Chelsea-málverjin Emiliano Martinez breyt kjálkabeinið, tá hann í gjár stoytti saman við Jarrad Branthwaite í Premier League-dystinum móti Everton.
Tað upplýsir Chelsea á heimasíðu síni í dag, skrivar Ritzau.
Argentinski málverjin hevur verið undir skurði fyri brotið, upplýsir felagið.
Samanbresturin hendi, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Martinez lá púra stillur á vøllinum, og dysturin varð steðgaður í umleið tíggju minuttir, meðan hann fekk hjálp.
Hann varð síðan borin av vøllinum á børu.
Enski verjuleikarin Jarrad Branthwaite var førur fyri at spæla víðari.