Seinnapartin verður 25. umfar leikt í Meistaradeildini hjá monnum.
Klokkan 15 vera fýra dystir leiktir. Teir eru NSÍ-AB við Løkin, KÍ-B68 við Djúpumýru, B36-Skála ÍF í Gundadali, og EB/Streymur-HB við Margáir.
Klokkan 17.15 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og AB.
Televarpið vísir allar fimm dystirnar. FM1 sigur beinleiðis frá trimum dystum. Teir eru NSÍ-AB, KÍ-B68 og Víkingur-AB.
KÍ, NSÍ, Víkingur, HB og B36 hava meir ella minni greiðar favorittstøður hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar. Favorittstøðurnar hjá KÍ og NSÍ eru tó tær greiðastu.
HER eru miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum upp á teir fimm dystirnar:
-
©