info
Ongi úrslit

Hartmann á WHO-fundi: A­ltjóða sam­starv kann styrkja før­oyska heilsuverkið

Eirikur Lindenskov
30. oktober 2026 kl. 08:00

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur í døgunum 27.–29. oktober luttikið á 76. ársfundinum hjá økisnevndini fyri Evropa í heimsheilsustovninum WHO í Keypmannahavn. Á fundinum hittast heilsumálaráðharrar og umboð úr teimum 53 limalondunum í økinum saman við umboðum fyri felagsskapir og borgarasamfelagið.

Á skránni vóru fleiri av teimum stóru heilsuspurningunum, sum lond í Evropa standa fyri. Millum evnini vóru heilsugóð og virkin eldraár, nýtsla av vitlíki á heilsuøkinum, fyribyrging av ikki-smittandi sjúkum og sálarheilsa. Hetta eru samstundis øki, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og arbeiðið at menna burðardyggar loysnir til framtíðar avbjóðingar á heilsuøkinum.

Styrkja samstarvið við grannalond

Í sambandi við ársfundin hitti Eyðdis Hartmann Niclasen danska heilsu- og kirkjumálaráðharran, Idu Auken. Landsstýriskvinnan bjóðaði henni til Føroya á vitjan, har høvi verður at fáa innlit í føroyska heilsuverkið og umrøða samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum.

Landsstýriskvinnan hitti eisini íslendsku heilsumálaráðkvinnuna, Almu D. Möller, sum somuleiðis varð boðin til Føroya. Føroyar og Ísland hava fleiri felags avbjóðingar á heilsuøkinum, og tí er samstarvið millum londini serliga viðkomandi. Ísland stuðlar eisini ynskinum hjá Føroyum um at gerast atlimur í WHO-netverkinum fyri smá lond í Evropa, Small Countries Initiative.

– Tað hevur stóran týdning, at Føroyar eru við í altjóða samstarvi um heilsumál. Vit kunnu læra av hvørjum øðrum og styrkja samstarvið við lond, sum hava avbjóðingar, ið líkjast okkara. Hetta kann vera við til at menna føroyska heilsuverkið til gagns fyri borgararnar, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava stjórn­ina at stuðla und­ir­sjóv­ar­tunl­um í Hetlandi

33 minuttir síðan
Tíðindi

Óheft russiskt blað letur aftur

50 minuttir síðan
Tíðindi

Prutl mált til 77,8 kilometrar um tíman í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Ongar ætlanir um at broyta veiðigjaldið

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Hákun skjóta gott mál í Champions League

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Nýggi mentanardepil í Vági liðugur um 14 til 16 mánaðir

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj góð mál og góð­ar frí­spæl­ing­ar hjá Óla í Cham­pi­ons League

8 tímar síðan
Fótbóltur

ÍF fær ungan miðvallara úr NSÍ

9 tímar síðan
Tíðindi

Gera mentanardepil í Vágs Skúla

9 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR

9 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini

10 tímar síðan