Óhefta russiska blaðið Novaja Gazeta boðar frá, at tað letur aftur.
Tað skrivar tíðindastovan AFP fríggjadagin sambært Ritzau.
Blaðið varð stovnað í 1993 og hevur serliga gjørt vart við seg við kannandi tíðindaflutningi um russisk samfelagsviðurskifti og atfinningum at politisku leiðsluni í landinum.
Í dag eru munandi færri fólk á ritstjórnini enn fyri russisku innrásina í Ukraina í 2022.
Fyrr í oktober varð ábyrgdarblaðstjórin, Sergej Sokolov, afturhildin av russisku myndugleikunum og avhoyrdur.
/ritzau/