Tveir bilførarar fáa klipp í koyrikortið umframt bót eftir lasarmátingar á Sundalagsvegnum í Hvalvík í gjár. Hin fyrri varð máldur til 106 kilometrar um tíman beint fyri klokkan 13, og hin seinni til 105 kilometrar um tíman beint eftir klokkan 13.
Í nátt tók løgreglan eisini nummarplátur av bilum, tí veggjaldið ikki var goldið. Plátur vórðu tiknar í miðøkinum, seks sett í Eysturoynni og níggju sett í norðurøkinum.
Løgreglan heitir tí aftur á fólk um at fáa viðurskiftini við veggjaldinum í rættlag.