info
Ongi úrslit

Ongar ætlanir um at broyta veiðigjaldið

Veiðigjaldið kann gerast lutfalsliga høgt, um fiskaprísirnir falla. Tað viðurkennir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, men ongar ítøkiligar ætlanir eru um at broyta skipanina.

Eirikur Lindenskov
30. oktober 2026 kl. 06:53

Hóast veiðigjaldið verður roknað við støði í eldri avreiðingarprísum, eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta skipanina, so gjaldið í staðin fylgir prísinum á einstøku landingini.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni.

Fróði Magnussen hevur spurt um vandan fyri, at veiðigjaldið ger tað ólønsamt at loysa, tá avreiðingarprísirnir falla nógv, samstundis sum oljukostnaðurin er høgur. Hann hevur eisini spurt, um landsstýrismaðurin er sinnaður at lata gjaldið verða roknað eftir veruliga avreiðingarprísinum fyri hvørja landing.

Gjaldið kemur aftan á prísgongdina

Landsstýrismaðurin vísir á, at veiðigjaldið er gjald fyri framíhjárættin at fiska av kvotum, sum føroyska samfelagið eigur.

Í verandi skipan verður gjaldið ásett við støði í avreiðingarprísinum fyri hvørt fiskaslag árið fyri. Fyrimunurin er sambært svarinum, at gjaldið er kent, áðrenn farið verður til fiskiskap, og at tað síðan bert veldst um, hvussu nógv verður fiskað.

Men skipanin hevur eisini ein veikleika: Veiðigjaldið kemur aftan á gongdina í vinnuni.

Sum dømi nevnir landsstýrismaðurin makrel, har prísurin er vaksin úr seks-sjey krónum fyri kilo fyri fáum árum síðan upp í umleið 30 krónur. Veiðigjaldið er eisini hækkað, men hevur ikki fylgt prísvøkstrinum beinanvegin.

Í løtuni er veiðigjaldið á makreli 7,73 krónur fyri kilo, ella umleið 26 prosent av einum avreiðingarprísi á 30 krónur. Sambært svarinum verður gjaldið væntandi umleið 10 krónur fyri kilo frá 1. august 2027.

Falla fiskaprísirnir, kann gjaldið tí gerast lutfalsliga høgt í mun til tað, sum fæst fyri veiðuna.

Aðrar skipanir hava eisini vansar

Landsstýrismaðurin viðurkennir, at tað er ein veikleiki, at veiðigjaldið byggir á eldri prísir. Men tað er heldur ikki uttan avbjóðingar at broyta hetta.

Verður gjaldið roknað fyri hvønn túr sær, hevði tað sambært svarinum kravt størri eftirlit. Harumframt kundi gjaldið ikki kravst inn, fyrr enn veiðan endaliga var seld. Tað hevði gjørt umsitingina truplari, eitt nú tá søluprísurin ikki er endaligur við landing.

Ein annar møguleiki er at brúka miðalprísin hjá øllum flotanum sama ár, sum fiskað verður. Tá hevði veiðigjaldið tó ikki kunnað verið endaliga gjørt upp, fyrr enn árið var liðið.

Eisini hevur verið umrøtt at brúka norskar avreiðingarprísir. Tann møguleikin varð valdur frá í arbeiðsbólkinum frá 2020, tí mett varð, at prísirnir í Noregi og Føroyum ikki fylgdust.

Ikki politiskt viðgjørt

Í svarinum vísir Aksel V. Johannesen eisini á, at skip við rættindum til uppsjóvarfisk seinastu tíðina eru seld fyri stórar upphæddir. Tað bendir sambært honum ikki á, at veiðigjøldini eru sett ov høgt.

Fíggjarmálaráðið er kortini varugt við bæði fyrimunir og vansar við skipanini.

– Hetta hevur ikki verið politiskt viðgjørt. Tí eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar í verandi skipan, sigur landsstýrismaðurin í svarinum, sum er dagfest 29. oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava stjórn­ina at stuðla und­ir­sjóv­ar­tunl­um í Hetlandi

16 minuttir síðan
Tíðindi

Hartmann á WHO-fundi: A­ltjóða sam­starv kann styrkja før­oyska heilsuverkið

31 minuttir síðan
Tíðindi

Óheft russiskt blað letur aftur

33 minuttir síðan
Tíðindi

Prutl mált til 77,8 kilometrar um tíman í Havn

54 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Hákun skjóta gott mál í Champions League

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nýggi mentanardepil í Vági liðugur um 14 til 16 mánaðir

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj góð mál og góð­ar frí­spæl­ing­ar hjá Óla í Cham­pi­ons League

8 tímar síðan
Fótbóltur

ÍF fær ungan miðvallara úr NSÍ

9 tímar síðan
Tíðindi

Gera mentanardepil í Vágs Skúla

9 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR

9 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini

9 tímar síðan