info
Ongi úrslit

Meningokokksjúka í Føroyum 1980–2025

Dagfinn Olsen
8. oktober 2026 kl. 19:45

Í nýggjaru vísindagrein lýsa Gunnhild Helmsdal og Shahin Gaini meningokokksjúku í Føroyum í tíðarskeiðinum 1980–2025, skrivar gransking.fo.

Høvundarnir siga soleiðis um evnið:

“Føroyar hava áður havt nógv fleiri tilburðir av álvarsamari meningokokksjúku enn grannalondini. Ein farsótt byrjaði síðst í 1970-árunum, og sjúkan var framvegis nógv útbreidd í Føroyum í meira enn eitt áratíggju.

Í hesi kanningini hava vit kannað allar skrásettar tilburðir av invasivari meningokokksjúku í Føroyum frá 1980 til 2025. Hetta er ein álvarsom bakteriusjúka, sum millum annað kann elva til meningitis (heilahinnubruna) og blóðeitran.

Tilsamans vórðu 234 tilburðir staðfestir. Flestir vóru í 1981, tá ið 100 tilburðir vóru fyri hvørji 100.000 fólk. Síðani lækkaði talið spakuliga, og eftir 1990 hevur sjúkan verið sjáldsom í Føroyum.

Sjúkan rakti serliga børn og ung. 91% av teimum sjúku vóru undir 20 ár, og meira enn helvtin vóru børn, sum vóru 4 ár ella yngri. Í árunum 1980–1986 doyðu 5% av teimum, sum fingu sjúkuna, men eingin doyði av sjúkuni eftir hetta.

Meningokokkar av bólki B vóru atvoldin til flestu tilburðirnar.

Kanningin vísir, at Føroyar í fleiri ár høvdu óvanliga nógvar tilburðir av meningokokksjúku, men at sjúkan nú er vorðin sjáldsom. Hóast fáir tilburðir eru í dag, kann tað vera viðkomandi at kanna nærri, um koppseting av børnum móti meningokokkum eigur at verða partur av føroysku koppsetingarskipanini.”

Greinin, sum Gunnhild Helmsdal og Shahin Gaini hava skrivað, er útgivin í IJID Regions, sum er tíðarrit hjá International Society for Infectious Diseases á Science Direct.

Hon kallast Invasive meningococcal disease over five decades in the Faroe Islands: high incidence, low mortality, and implications for vaccination policy og kann lesast her

Granskingarráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til útgávuna. Yvirlit yvir allar stuðlaðar útgávur sæst her.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SSP-lærarar nógvar fráboðanir

0 minuttir síðan
Tíðindi

Heystfrítíð í Vági 2026 nógv at bjóða

1 tími síðan
Tíðindi

Sirið vil hava greiðu á sparingunum í heilsuverkinum

1 tími síðan
Tíðindi

Norðoyatunnilin skal fyrireika Kalsoyartunnilin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur hev­ur sent fyrstu mynd­ir­nar av jørðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Landsfelag Pen­sjón­ista fing­ið punta­kekk frá DAS

3 tímar síðan
Ítróttur

Janus Open III

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Ein sparing á 15 milliónir sum gevur meining

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj skipan um landbúnaðarstuðul

5 tímar síðan
Tíðindi

Gutti Winther gjørdi Føroyar kendar í Washington

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Fólkaflokkurin mótmælir at landsstýrið ger seg inn á sjálvræði hjá Tórshavnar Havn

5 tímar síðan
Tíðindi

Nes kommuna er nú fjølmentari enn Fuglafjarðar kommuna

5 tímar síðan