info
Ongi úrslit

Nú kunnu pápar læra at gera hestahalar og flætta hár

- Tað verður læruríkt og helst eisini eitt sindur stuttligt, tá páparnir fáa hendur á hárbustini og sleppa at royna seg

Vilmund Jacobsen
8. oktober 2026 kl. 12:31

Leygardagin 10. oktober, sum er leygardagin komandi, verður eitt heldur øðrvísi – men sera viðkomandi og hugnaligt – tiltak í Miðlatúni í Vági. Tá fáa pápar høvi at læra at flætta hár ella gera ein hestahala hjá døtrunum.

- Til tiltakið kemur hárfríðkanarkvinnan, Edith Djurhuus frá Edits'a, at læra páparnar ymiskar hættir at gera hestahala og flætta hár. Tað verður læruríkt og helst eisini eitt sindur stuttligt, tá páparnir fáa hendur á hárbustini og sleppa at royna seg.

Soleðiis siga tey í Vágs kommunu í dag.

- Tiltakið varð eisini í 2021, og tá var talan um ein sera væleydnaðan dag. Páparnir lærdu millum annað at gera bæði ta siðvandu tríggjalokka-flættuna og fiskaflættuna, meðan døturnar fingu okkurt søtt og sjálvandi eisini hjálptu eitt sindur til.

Í Vági verður sagt, at tiltakið fekk nógva positiva umrøðu.

- Blaðið Kvinna hevði eitt innslag um tiltakið á síni heimasíðu, og Góðan morgun Føroyar í Kringvarpinum setti sjóneykuna á hárflættandi páparnar í Vági. GMF bæði útvarpaði og stroymdi frá, meðan tveir útvarpsmenn royndu seg við flættunum – júst sum páparnir í Miðlatúni.

Men, tiltakið hevði eisini áhuga úr akademiska heiminum.

- Ein kvinna, sum var í gongd við sína serritgerð í antropologi á lærda háskúlanum í Aarhus, var til staðar fyri at eygleiða og tosa við páparnar. Serritgerðin snúði seg um faðirskap, og tí var tiltakið í Miðlatúni eitt áhugavert høvi at tosa um leiklutin hjá pápunum í gerandisdegnum.

Í Vági verður sagt, at tiltakið er ein partur av ABC-vikuni, sum Heilsustýrið skipar fyri. Vágs kommuna er samstarvsfelagi hjá Heilsustýrinum í ABC-verkætlanini fyri sálarliga heilsu.

- ABC snýr seg millum annað um at verða virkin, vera saman við øðrum og gera okkurt, sum gevur meining – og tað er júst tað, okur fara at gera leygardagin, verður lagt aftrat.

Og at enda verður sagt:

- So, pápar – takið prinsessuna við, kom í Miðlatún og lær at temja lokkarnar, so tú ert klárur næstu ferð, dóttirin biður um eina flættu ella ein hestahala.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gutti Winther gjørdi Føroyar kendar í Washington

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Fólkaflokkurin mótmælir at landsstýrið ger seg inn á sjálvræði hjá Tórshavnar Havn

23 minuttir síðan
Tíðindi

Nes kommuna er nú fjølmentari enn Fuglafjarðar kommuna

45 minuttir síðan
Tíðindi

Anne Carson fær Nobel­virðisløn­ í bók­mentum

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið sum skal spæla tveir dystir móti Eysturríki er úttikið

1 tími síðan
Tíðindi

Widerøe kosið av vera best í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia 4-0 á Moldova í okkara bólki

2 tímar síðan
Tíðindi

ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útnorður­londini gera leiðara­fund til fasta árliga skipan

3 tímar síðan
Tíðindi

66 fólk eru druknað í Noregi higartil í ár

3 tímar síðan
Hondbóltur

Hondbóltur: Hesir møta Kosovo og Montenegro

4 tímar síðan
Tíðindi

USA og Russ­land um­røtt amerik­anskan leik­lut í Nord Stream

4 tímar síðan