Bill Justinussen hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um gjøldini í Eysturoyartunlinum.
Hann vil hava at vita, nær roknast kann við, at tað verður bíligari at koyra gjøgnum tunnilin.
– Um leiðslan fyri tunnilin ikki sjálvboðin setir kostnaðin niður, hevur landsstýrismaðurin ætlan um at fáa tað í lag? spyr Bill Justinussen.
Hann vísir á, at ferðslan er vaksin nógv, síðani Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020.
Sambært Bill Justinussen er miðalferðslan vaksin við umleið 400 bilum um dagin árliga. Í 2022 koyrdu um 5.500 bilar í miðal gjøgnum tunnilin um dagin, meðan talið higartil í 2026 liggur oman fyri 7.000.
– Prísurin er ov høgur
Bill Justinussen heldur, at tað framvegis er ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Hann vísir á, at eitt av politisku endamálunum við tunlinum var at bøta um ferðslumøguleikarnar í meginøkinum. Men høgu gjøldini halda eftir hansara tykki fólki aftur frá at nýta tunnilin so nógv, sum tey annars høvdu gjørt.
Hann heldur, at støðugi vøksturin í ferðsluni vísir, at príspolitikkurin hevur verið ov varin.
Bill Justinussen vísir eisini til Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, har lægri gjøld hava havt stóran ferðsluvøkstur við sær.
Hann heldur tí, at ein munandi príslækking í Eysturoyartunlinum kann fáa ferðsluna at vaksa so nógv, at inntøkurnar ikki neyðturviliga minka.
Skjýtur upp loft fyri dagin, mánaðin og árið
Løgtingsmaðurin nevnir fleiri ítøkiligar møguleikar at lækka kostnaðin hjá teimum, sum brúka tunnilin nógv.
Mánaðarliga loftið fyri persónbilar er í dag 2.100 krónur, og tað heldur hann vera ov høgt.
Hann skjýtur eisini upp eitt dagsloft, so eingin skal gjalda fyri meira enn ein túr um dagin, og eitt ársloft, sum gevur stóran avsláttur til tey, ið nýta tunnilin nógv.
Eisini eigur sambært honum at verða hugt at eini skipan fyri familjur, tí heilar familjur kunnu hava nógv ørindi hinumegin tunnilin.
– Tunnilsgjaldið er ein forðing fyri vinnuna
Bill Justinussen er serliga atfinningarsamur um prísin hjá vinnufyritøkum.
Hann vísir á, at summi vinnurekandi fyrstu árini eftir, at tunnilin lat upp, heldur koyrdu gamla vegin um Sundalagið.
Enn í dag kunnu tunnilsgjøldini sambært honum gera tað trupult hjá eitt nú handverkarum at kappast við fyritøkur, sum halda til nærri arbeiðinum.
– Í staðin fyri at gerast ein møguleiki, blivu tunnilsgjøldini ein forðing, skrivar hann í viðmerkingunum.
Nevnir 15.000 bilar um dagin
Bill Justinussen heldur, at stórar príslækkingar kunnu elva til munandi meira ferðslu.
Hann nevnir sum dømi, at um ferðslan tvífaldast, kundi prísurin í prinsippinum verið lækkaður niður í helvt uttan samsvarandi inntøkumiss.
Hann heldur tað heldur ikki vera óhugsandi, at ferðslan einaferð kann koma upp í 15.000 bilar um dagin, um gjaldið verður sett munandi niður.
– Tey eru sera mong, sum vildu koyrt fleiri ferðir dagliga, um gjøldini ikki vóru so órímilig. Sum nú er, hugsa fólk seg væl og virðiliga um, áðrenn tey taka túrin. Og tað er als ikki meiningin við tunlinum, skrivar Bill Justinussen.
Nú vil hann hava Jacob Vestergaard at greiða frá, nær tunnilsgjaldið kann væntast at lækka.