info
Ongi úrslit

Helena er formaður - ikki forkvinna

Tinglimir fløktust illa, tá ið teir skuldu finna út av, hvussu teir skulu nevna Helena Dam á Neystabø. Reglurnar siga eitt, men tey flestu tinglimirnir siga okkurt heilt annað

info
Áki Bertholdsen
29. november 2018 kl. 09:18
Frú forkvinna, Harra forkvinna, Frú formaður, ella Harra formaður? Hetta vóru nøkur av heitunum, Helena Dam á  Neystbø fekk á seg, nú hon er vald í formansskapin í Løgtingið. Og tað vísti seg, at tinglimir hava havt stórar trupulleikar av, hvussu teir skulu nevna Helenu Dam á Neystabø, síðani hon varð vald í formansskapin í Løgtinginum. Tað er ikki ofta, at ein kvinna hevur verið í formansskapinum hjá Løgtinginum. Hetta er nevniliga bara fjórðu ferð í søguni hjá Føroya Løgtingi at tað hendur – og tríggjar av teimum hava verið javnaðarkvinnur. Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum, var løgtingsformaður frá 1994 til 1995, Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum sat í formansskapinum frá 1990 til 1998 og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum sat í formansskapium frá 2004 til 2008.      Og Nú Helena Dam á Neystabø er vald í formansskapin, var tað eisini týðiligt, at løgtingslimir vóru ikki vanir at hava eina kvinnu í formansskapinum – sum tað formliga eitur, tí tað var stór fløkja í, hvussu hon skuldi nevnast. Frú forkvinna, Harra forkvinna, Frú formaður, ella Harra formaður, vóru nøkur av heitunum, hon fekk fest á seg. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at eftir tingskipanini, og stýrisskipanini, skal Helena Dam á Neystabø nevnast formaður, hóast hon er ein kvinna. Ein løgtingslimur er løgtingsmaður og ein limur í landsstýrinum er landsstýrismaður, hóast talan er um kvinnur. Men Páll á Reynatúgvu sigur, at hóast formliga heitið er maður, fær hann seg sjálvir ikki til at kalla eina kvinnu fyri ein mann, so hann nevnir tey altíð løgtingkvinna og landsstýriskvinna. Sjálvur hevði eg ikki viljað verðið kallaður løgtingskvinna, ella løgtingsforkvinna, leggur hann afturat. Hann sigur eisini, at á hesum øki eru íslendingar púra avgjørdir, tí har siga tey, at »maður« er eitt heiti, sama um talan er um eina kvinnu ella um ein mann. Hann leggur afturat, at samanumtikið fer tað at standa til Helenu Dam á Neystabø at gera upp við seg sjálva, hvussu hon skal nevnast, og so fara tinglimir at rætta seg eftir tí. Hann sigur eisini, at í vár er ætlanin at eina nevnd at endurskoða tingskipanina og hann heldur, at hetta er sjálvsagt høvi at taka spurningin upp, hvussu kvinnuligir limir á Løgtingi og í Landsstýri, og Løgtingsformaðurin, formliga skulu nevnast. Sjálvur heldur hann, at mest óhefta heitið er at kalla tað forseti. Í Íslandi hava tey Altingsforseta og í Noregi hava tey Stórtingsforseta. Vit hava eisini spurt Helenu Dam á Neystabø sjálva, hvussu hon vil nevnast, og tað kunnu tit lesa meiri um seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

3 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

5 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

6 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

7 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

7 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

8 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

8 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

8 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

9 tímar síðan