info
Ongi úrslit
© Umit Bektas/Reuters
Donald Trump tosar við tíðindafólk, áðrenn hann mánadagin fer úr Hvítu húsunum á ferð til Kansas.

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

Bert 31 prosent taka undir við amerikanska forsetanum. Samstundis hava Demokratarnir eina leiðslu á 12 prosentstig undan miðskeiðsvalinum í november.

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 23:40

Undirtøkan hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, er fallin niður á lægsta stig nakrantíð.

Tað vísir ein kanning, sum greiningarstovnurin Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters.

Í kanningini, sum varð liðug mánadagin, taka 31 prosent av veljarunum undir við Trump. Tað er eitt prosentstig minni enn fyri tveimum vikum síðani.

Spurd, hvønn flokk tey høvdu valt, um kongressval var í dag, svara 47 prosent av skrásettu veljarunum Demokratarnar. 35 prosent høvdu valt Republikanararnar, sum er flokkurin hjá Trump.

Leiðslan hjá Demokratunum á 12 prosentstig er tann størsta í hesum valskeiðinum, skrivar Reuters.

Úrslitið kann styrkja vónirnar hjá Demokratunum um at vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum og Senatinum á miðskeiðsvalinum 3. november.

Tá standa allir sessirnir í Umboðsmannatinginum og ein triðingur av sessunum í Senatinum upp á val. Trump er ikki sjálvur upp á val.

Missa Republikanarnir meirilutan í øðrum av kømurunum, kann tað gerast torførari hjá forsetanum at fáa politikk sín framdan tey bæði síðstu árini av valskeiðinum.

Undirtøkan hjá Trump er minkað, síðani hann í februar gav boð um hernaðarálop á Iran í samstarvi við Ísrael. Álopini og gongdin aftaná førdi til, at bensin- og dieselprísirnir hækkaðu nógv.

Ónøgdin við handfaringina hjá forsetanum av búskapinum og livikostnaðinum er stór. Umleið 68 prosent av amerikanarunum eru ónøgd við búskaparpolitikkin hjá Trump. Av hesum siga 37 prosent seg vera republikanarar.

1.279 skrásettir veljarar svaraðu kanningini. Óvissan er trý prosentstig.

Trump ferðast í hesum døgum kring landið á valferð. Har hevur hann heitt á veljararnar um at lata, sum tað er hansara navn, ið stendur á atkvøðuseðlinum.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

2 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

5 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

5 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

6 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

6 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

7 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

7 tímar síðan