info
Ongi úrslit

Hjá Wenzel stytta tey arbeiðsvikuna

Frá 1. januar verður bara arbeitt mánadag til hósdag

Eirikur Lindenskov
5. desember 2022 kl. 15:29

Tað merkir, at verkstøðini hava stongt hvønn fríggjadag.

– Vit stytta arbeiðsvikuna til fýra dagar.
Tað sigur Rúni M. Djurhuus, stjóri hjá bilasøluni Wenzel. Verkstøðini hava tí stongt hvønn fríggjadag frá januar 2023. 
– Vit vita, at samfelagshjólini mala skjótt, og at nógvar familjur liva hamstaralívið, har tað er trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman, sigur Rúni Djurhuus. 
– Leiðslan á Wenzel hevur tí avgjørt, at arbeiðsvikan á verkstøðunum frá 1. januar 2023 verður stytt niður í fýra dagar. Starvsfólkini fara sostatt at arbeiða í fýra dagar og hava frí í tríggjar dagar um vikuna, men við somu løn, sigur hann.
Hann sigur, at úr kanningum uttanlands hava tey sæð, at ein styttri arbeiðsvika gevur minni strongd, men eisini effektivari starvsfólk, og tí er hugsanin, at vit arbeiða færri tímar, men náa sama arbeiði.

Tað merkir, at arbeiðsvikan hjá strarvsfólkinum verður stytt úr 40 tímum niður í 36 tímar, men við somu løn.
– Tískil er vónin eisini, at hetta fer at geva viðskiftafólki okkara eina betri uppliving, tí starvsfólkini fáa enn størri yvirskot í arbeiðsdegnum, sigur Rúni Djurhuus.

– Við at stytta arbeiðsvikuna fáa vit meira effektivitet mitt í viku, og starfólkið fær meira tíð til tað sosiala saman við børnum og familju, sigur Rúni Djurhuus. 

– Vit trúgva uppá, at hetta er gott fyri trivnaðin, so hetta royna vit nú, sigur Rúni Djurhuus, sum tó sigur, at vísir tað seg ikki at rigga, so ber altíð til at broyta tað aftur.
Frá 1. januar 2023 fara verkstøðini hjá Wenzel, Bilrøkt og Quick Service sostatt at hava stongt fríggjadagar, men opið mánadag til hósdag kl. 8.00-17.00.
Søludeildirnar hjá Wenzel og Bilrøkt fara tó enn sum áður at hava opið mánadag til fríggjadag kl. 9.00-17.00, sigur Rúni Djurhuus. Men tey fólkini, sum starvast har, fáa somu treytir og frí aðarar dagar. 
Rúni Djurhuus vísir á, at tey ikki hava havt opið leygardagar, sum fleiri aðrar bilasølur.

– Men hyggja vit eftir sølutølunum, so hava vit selt flest bilar í Føroyum seinastu fimm árini í miðal, sigur Rúni Djurhuus.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

41 minuttir síðan
Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

52 minuttir síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

1 tími síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia hevur eina greiða favorittstøðu

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping millum Fjarða

8 tímar síðan
Tíðindi

Faderhuset í Filmsfelagnum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Harry Kane setti dystarmet og Italia vann á Fraklandi

9 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris - tekniningarfreistin nærkast

9 tímar síðan
Hondbóltur

Sigursrøðin hjá Vali steðgaði á Hafnarfirði í kvøld

10 tímar síðan
Tíðindi

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

10 tímar síðan