info
Ongi úrslit

HM: Argentina vendi hóttandi 0-2 tapi til 3-2 sigur

Egyptaland var á veg móti søguligari HM-fjórðingsfinalu, men so framdi Argentina eitt roysnið seinastu løtuna

Heri Simonsen
7. juli 2026 kl. 19:15

Tað gjørdist talan um eina heilt ótrúliga HM-áttandapartsfinalu á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia millum Argentina og Egyptaland.

Tá 67 minuttir vóru leiktir var Egyptaland á odda 2-0. Egyptar høvdu stutt frammanundan fingið eitt mál kolldømt av VAR, og í fyrra hálvleiki brendi Lionel Messi brotsspark fyri Argentina. Alt sá svart út. Men Lionel Messi syrgdi fyrst við uppleggi, síðani við máli fyri, at Argentina kom upp á javnt 2-2 innanfyri fýra minuttir, og í yvirtíðini gjørdist Enzo Fernandez tjóðarhetja í Argentina, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2.

Eitt korter var leikt av dystinum, tá Yasser Ibrahim stútaði Egyptaland á odda 1-0 aftaná gott innlegg frá Marwan Attias. Bert seks minuttir seinni kundi Messi javna við einum brotssparki, men Mostafa Shobeir hevði lisið hann av og bjargaði. Seinni hálvleikur var júst hálvrunnin, tá Mostafa Ziko fullførdi eitt gott egyptiskt mótálop, og økti til 2-0.

Men 11 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin kom spenningur í uppgerðina aftur. Cristian Romero stútaði eitt gott upplegg frá Messi í netið, og bert fýra minuttir seinni meddaði Messi staddur í brotsteiginum bóltin í tvørstongina og inn, og so var aftur javnleikur í uppgerðini. Tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði Enzo Fernandez sigursmálið í minniliga dystinum. Hesaferð átti Lautoro Martinez uppleggið. 

Argentina-Egyptaland 3-2 (0-1)
0-1 Yasser Ibrahim ('15 )
0-2 Mostafa Ziko ('67 )
1-2 Cristian Romero ('79 )
2-2 Lionel Messi ('83 )
3-2 Enzo Fernandez ('90 )

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum. 

Í fjórðingsfinaluni møtir Argentina vinnaranum av HM-áttandapartsfinaluni millum Kolumbia og Sveis, ið verður leikt í kvøld klokkan 21 á BC Place leikvøllinum í Vancouver.

-------------

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

16 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

0 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

38 minuttir síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

1 tími síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

3 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

10 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

11 tímar síðan