info
Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin vil ikki avtaka 10. flokk

Hóast Nýskipanarnevndin mælir til at avtaka 10. flokk fyri at spara 15 milliónir krónur um árið, ætlar Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, ikki at fylgja tilmælinum.

Næmingar á NámX í Havn flota bát
Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 08:15

Tað liggur ikki í kortunum at avtaka 10. flokk í føroyska fólkaskúlanum.

Tað segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, við FM1 í gjárkvøldið, sambært Dagur.fo.

Útsøgnin kemur eftir, at Nýskipanarnevndin hevur mælt til at avtaka 10. flokk frá skúlaárinum 2028/2029 sum ein part av ætlanini at fáa betri haldføri í føroyska búskapinum.

Nevndin metir, at landskassin kann spara umleið 15 milliónir krónur um árið við at avtaka 10. flokk.

Men landsstýrismaðurin tekur ikki undir við hesum tilmælinum.

Ein av grundgevingunum hjá Bárði á Lakjuni er, at fleiri føroysk ung kunnu fara á eftirskúla í Danmark, um møguleikin at ganga í 10. flokki í Føroyum hvørvur.

Hann óttast, at fleiri teirra síðani verða verandi uttanlands heldur enn at venda aftur til Føroya.

Tilmælið um 10. flokk er eitt av fleiri spariuppskotum, sum Nýskipanarnevndin hevur lagt fram. Nevndin hevur fingið til uppgávu at vísa á broytingar, sum kunnu bøta um langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum.

Men útsøgnin hjá landsstýrismanninum vísir, at tað ikki er givið, at øll spariuppskotini fáa politiska undirtøku.

Kelda: Dagur.fo/FM1

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

20 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í dag verður fiski­veiði­av­tal­an við Russ­land um­rødd í Løg­tinginum

2 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

1 tími síðan
Tíðindi

Norski verjumálaráðharrin: – Noreg er fyrireikað

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Hellas Verona fyri Entella

2 tímar síðan
Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

8 tímar síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

9 tímar síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

10 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

10 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

11 tímar síðan