info
Ongi úrslit
Ukrainska verjumálaráðharrin, Jevhenij Khmara, saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj

Norski verjumálaráðharrin: – Noreg er fyrireikað

Noreg er í tøttum samskifti við ukrainsku myndugleikarnar, nú kríggið á sjónum gerst alsamt nærri og nærri, og Ukraina eitt nú hevur søkt at russiskum skipum í altjóða sjógvi og í fremmandum havnum

Vilmund Jacobsen
25. november 2026 kl. 07:31

Hetta váttar norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, yvirfyri norska Tv2.

Seinastu tíðina hava dronuálop á russisk skip bæði í Libya og í Eystrasalti skapt stúran um, hvussu Russland fer at svara aftur, og um vandi kann standast av hesum, eitt nú fram við norsku strondini.

– Eg óttist ikki fyri, at slík álop raka norsku strondina. Vit eru limir í Nato, og vit hava støðugt eftirlit við okkara nærumhvørvum og loftrúmi. Vit eru fyrireikaðir og hava førleikarnar at verja okkum, sigur norski verjumálaráðharrin.

Hann vísir á, at hóast Noreg ikki leggur seg út í, hvussu Ukraina verjir seg, hevur Noreg gjørt ukrainsku myndugleikunum greitt, at fólkarætturin má haldast.

Útsagnirnar komu í samband við ein tíðindafund í Oslo týsdagin, har Tore O. Sandvik hevði vitjan av ukrainska starvsbróðuri sínum, ukrainska verjumálaráðharranum, Jevhenij Khmara.

Á fundinum løgdu londini fram eitt nýtt trygdarsamstarv, sum millum annað fevnir um nýggju loftverjuskipanina, DESNA og royndarkoyring av ukrainsku hernaðarskipanini, Delta, veit Tv2.no at siga

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

19 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

26 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Hellas Verona fyri Entella

1 tími síðan
Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

7 tímar síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

8 tímar síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

9 tímar síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

9 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

10 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

10 tímar síðan
Tíðindi

Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra

10 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

11 tímar síðan