info
Ongi úrslit
Russarar við bryggju á molanum í Havn

Í dag verður fiski­veiði­av­tal­an við Russ­land um­rødd í Løg­tinginum

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, skal í morgun til ráðførslu við Uttanlandsnevndina um fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland fyri 2027.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 08:46

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland fyri komandi ár verður á skránni, tá Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur fund í morgun.

Fundurin byrjar klokkan 9.30, og klokkan 9.40 kemur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, til ráðførslu við nevndina.

Evnið er samráðingarnar millum Føroyar og Russland um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2027.

Talan er um eina avtalu, sum hevur stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu, men sum eisini hevur verið politiskt viðkvæm síðani russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Føroyar hava varðveitt fiskiveiðisamstarvið við Russland, hóast ES og fleiri onnur lond hava sett víðfevnd revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Nú skulu føroysku myndugleikarnir aftur taka støðu til samstarvið fyri komandi ár.

Á fundinum í Uttanlandsnevndini verður eisini ráðførsla um samtyktir í NAFO, Norðvesturatlantisku fiskiveiðifelagsskapinum.

Henda ráðførslan byrjar klokkan 10.20.

Tá Russland leyp á Ukraina í 2022 hildu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin, at vit ikki skuldu gera fiskiveiðuavtalu við Russlandi. Men síðani eru flokkarnar hoknaðir so hvørt sum teir eru komnir fram at politiska valdinum – og hava vælsignað samstarvið við Russland. Fólkaflokkrin og Sambandsflokkurin hava alla tíðini hildið fast við samstarvið við Russlandi, kríggj ella ikki kríggj.

Enn er ikki alment greitt, hvørjar kvotur ella aðrar treytir verða partur av einari møguligari nýggjari avtalu við Russland.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

20 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Skert talufrælsi til minni­lut­an og mangl­andi skjøl í málinum

1 minuttur síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin vil ikki avtaka 10. flokk

42 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

1 tími síðan
Tíðindi

Norski verjumálaráðharrin: – Noreg er fyrireikað

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Hellas Verona fyri Entella

2 tímar síðan
Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

8 tímar síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

9 tímar síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

10 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

10 tímar síðan