Klokkan 19.40 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum persóni, sum segði, at maki sín hevði rent á ein parkeraðan bil í Varðagøtu. Førarin visti ikki, hvønn bil hann hevði rent á.
Løgreglan fór á staðið at leita, men fann ongan skaddan bil. Enn hevur eingin eigari vent sær til løgregluna um málið.
Løgreglan biður tann, ið hevur havt bil sín parkeraðan í Varðagøtu og varnast ein skaða, um at seta seg í samband við løgreglustøðina.