info
Ongi úrslit

Í minsta lagi 15 ísraelskir gíslar eru deyðir

Í dag vitjar forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric, í Gazageiranum, vita útlendskir miðlar at siga.

Vilmund Jacobsen
4. desember 2023 kl. 14:49

Ísrael sigur, at líkini av í minsta lagi 15 ísraelskum ríkisborgarum verða hildin aftur av hernaðarligum bólkum í Gazageiranum.

Á skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum verður sagt, at talið soleiðis er dagført við trimum deyðum ísraelskum gíslum aftrat.

Sambært forsætisráðharraskrivstovuni  er talan um 11 ísraelsk sivilfólk og fýra hermenn, harav ein av hermonnunum var herleiðari.

Meira verður ikki sagt um gíslarnar í hesum føri.

Hamas hevur fleiri ferðir sagt, at gíslar eru deyðir í ísraelskum álopum á Gazageiran.

Í dag vitjar forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric, í Gazageiranum, og hetta váttar hon sambært útlendskum miðlum sjálv.

Mirjana Spoljaric endurtekur sína áheitan á báðar partar í stríðnum um at verja sivilfólk og at lata neyðhjálp ótarnað sleppa inn í Gaza.

Forsetin heitir eisini á Hamas um at lata allar gíslarnar, ið felagsskapurin framvegis hevur sitandi sum fangar í Gaza, leysar.

- Latið gíslarnar leysar undir tryggum eftirliti av Reyða Krossi, sigur forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric.

Tað eru tíðindastovurnar NTB og Dagbladet, sum bera hesi tíðindi úr Ísrael tíðliga seinnapartin í dag.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

10 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kjak um møguliga at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

14 minuttir síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

37 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

1 tími síðan
Tíðindi

Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra

1 tími síðan
Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

3 tímar síðan
Tíðindi

U19 EM: Sara Benjaminsen bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Tak eina jólamynd á Torginum!

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn dømdir sjey ára fongsul hvør

5 tímar síðan