info
Ongi úrslit

Ikki rætt at stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar um alment útboð

Eirikur Lindenskov
16. november 2024 kl. 17:40

Tað kann ikki vera rætt, um tað er soleiðis, at stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð um keyp av vørum og tænastum. Tískil verða hesir spurningar settir. Tað sigur Bárður á Lakjun, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, spurningar um evnið.

Í rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum verður greitt ásett, at «Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.»Í svari upp á § 52a fyrispurning frá Beini Johannesen í februar 2024 sigur landsstýriskvinnan, at reglurnar í rundskrivinum ikki altíð verða hildnar.

Hetta ljóðar álvarsamt, tí landsins stovnar eiga altíð at hava sum aðalmál, at peningur skattaborgarans skal nýtast við størstu virðing og skynsemi.

Verður hugt undir teigin «Farin útboð» á keypsportal.fo, ið er almenni útboðsportalurin, kann tað undra, at so fá tilboð verða umbiðin, tá hugsað verður um, hvussu nógvir og umfatandi stovnar landsins eru.

Hóast rundskrivið letur upp fyri undantøkum og upphæddarmørkum, so er tað tó orðað sera greitt, tá sagt verður: «Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum...» Tað er hugsandi, at mangt og mikið ikki verður boðið út, sum tað eigur at verða, og um tað er, so gongur tað í øllum førum beint ímóti endamálinum við at stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.

Tað kann ikki vera rætt, um tað er soleiðis, at stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð.

Tískil verða hesir spurningar settir:

  • Hvørjar eru royndirnar hjá landinum við at bjóða út alment?
  • Hví verða ásetingarnar um alment útboð ikki altíð hildnar?
  • Fær tað avleiðingar, um ein stovnur undir landinum ikki heldur ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð?
  • Er nøkur ætlan um at lækka upphæddarmørkini fyri, nær bjóðast skal út? Um ja, nær verður hetta so gjørt?

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav um ferðaleiðara

9 minuttir síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

1 tími síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

2 tímar síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

3 tímar síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

3 tímar síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

4 tímar síðan