info
Ongi úrslit

Ingi Mittún stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin
22. november 2022 kl. 08:11

Ingi Mittún er starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum og næstformaður í Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

Hann hevur konu og 3 børn og er ættaður, uppvaksin og búsitandi í Havn, men hevur eisini sterkar røtur til Selatraðar, haðani mamman er ættað.

Ingi er búskaparfrøðingur, útbúgvin Cand.Merc.Dat., sum er ein útbúgving innan búskap, leiðslu og teldufrøði. Hann hevur upprunaliga bankaútbúgving og hevur starvast bæði innan privatu vinnuna, m.a. í alivinnuni, og innan tað almenna. Seinastu árini hevur hann starvast sum fíggjarstjóri á Landssjúkrahúsinum.

Ingi vil m.a. arbeiða fyri:

- Børn og ung skulu raðfestast fremst, greiða má fáast á hvat tað er sum ger, at so nógv av okkara børnum hava ilt í sálini

- Familjurnar mugu hjálpast: Inflatiónin er høg. Prísirnar fyri vanligar gerandisvørur eru farnar so nógv upp, at tað er trupult at hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman, umframt at rentan er farin upp

- Umhvørvi má raðfestast høgt, nógvar vindmyllur eru settar upp seinasta valskeiðið. Tó eiga vit framhaldandi at arbeiða fram í móti, at tað almenna og privata gerast alsamt meira grøn

- Framhaldandi trygd í NorðurAtlantarhavinum og rundan um Føroyar, nú kríggj er í Europa. Sambandsflokkurin vil Ríkisfelagsskapin og NATO. Hesi eru við til at skapa tryggleika í okkara øki!

 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

41 minuttir síðan
Tíðindi

Suðurkorea sendi stríðs­flog­før eft­ir russ­iskum flogførum

3 tímar síðan
Tíðindi

Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

6 tímar síðan
Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

9 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

9 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

10 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

10 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

11 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

12 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

12 tímar síðan