info
Ongi úrslit

Ion Geolgău 60 ár

Fyrrverandi venjarin hjá HB og B36, rumenski Ion Geolgău, fyllur um vikuskiftið 60 ár

Tróndur Arge
20. februar 2021 kl. 11:55
Fyrrverandi venjarin hjá HB og B36, rumenski Ion Geolgău, fyllur um vikuskiftið 60 ár. Á dópsbræv stendur, at hann er føddur 20. apríl 1961, men hann sigur í samrøðu við wesport.ro, at tað er ikki heilt rætt, men at hann er føddur dagin fyri, 19. feburar 1961. Ion Geolgău er fyrrverandi landsliðspælari hjá Rumenia, og er eisini høgt í metum millum tey fótbóltsáhugaðu í Rumenia. Her í Føroyum er hann best kendur fyri tíðarskeiðið í HB. Hann kom til Føroya í 1998 og kollvelti HB frá fyrsta degi. Hann fekk liðið í óvanliga góðan form og var avbera dugnaligur, at fáa sett liðið upp í eina 4-4-2 spælskipan, sum ongin kláraði at steðga. HB vann FM í stórum stíli. Hann verður av mongum, sum vóru um HB hetta tíðarskeiðið, mettur sum ein lyklapersónur í at menna felagið. HB var tvey og fýra stig frá fyrsta plássinum árini eftir, men í 2001 gongur alt galið. Hann klárar akkurát undan niðurflytingini. Mitt í kappingarárinum 2002 fóru partarnir hvør til sítt. HB vann seinni sama kappingarár meistaraheitið. Ion Geolgău var í 2003 venjari hjá B36 og fór síðani til Íslands. Hann er ein av fleiri útlendskum venjarum, sum í 90unum fluttu føroyskan fótbólt. Ion Geolgău hevur síðani verið í Føroyum og vitjað so seint sum i 2019.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

5 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

5 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

6 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

8 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

8 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

9 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

9 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

10 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

10 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

11 tímar síðan