info
Ongi úrslit

Jóan Símun skoraði í heimasigri hjá Shkupi

Shkupi er sjey stig frá oddinum í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini

Heri Simonsen
5. oktober 2024 kl. 14:55

Í dag fekk Jóan Símun Edmundsson møguleikan frá dystarbyrjan í heimadysti hjá Shkupi móti Strumica í bestu norðurmakedonsku deildini.

Tað eydnaðist Shkupi at vinna dystin 3-1. Jóan Símun fekk heimaliðið á sigurskós longu í sætta minutti. Í 20. minutti økti japanski, Yumemi Kanda til 2-0. Stutt undan steðginum minkaði útiliðið um munin. Í 73. minutti staðfesti Numan Ajetovikj sigurin hjá Shkupi.

Talan er um triðja málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið.

Shkupi er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Shkupi hevur sjey stig upp til oddaliðið, Rabotnicki sum hevur 19 stig.

Nú fer Jóan Símun saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um heimadystirnar í Nations League móti Armenia og Norðurmakedonia. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

13 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

3 tímar síðan
Tíðindi

KI-stríðsflogfar vann á royndum flogskiparum

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

4 tímar síðan
Tíðindi

Latið okkum! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Spania vann stórsigur - Slovakia vann á Kasakstan í okkara bólki

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lata AI-vinnuna seta sínar egnu reglur

5 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni í European League

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

6 tímar síðan
Tíðindi

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli í European League

7 tímar síðan