Ein drona rakti í dag bygningin hjá Tigrai TV í Tigray í norðurpartinum av Etiopia.
Journalistar hjá sjónvarpsstøðini siga við AFP, at álopið gjørdi skaða á bygningin og breyt fleiri rútar. Eftir álopið er Tigrai TV givið at senda.
– Vit hoyrdu ein harðan brest frá einum dronuálopi aðrastaðni og flýddu út úr bygninginum, sigur ein journalistur við AFP.
– Beint eftir at vit vóru farin út, varð bygningurin raktur og oyðilagdur.
Tigrai TV verður mett sum ein týdningarmikil rødd hjá Tigray People's Liberation Front, TPLF.
Bardagar millum TPLF og stjórnina í Etiopia byrjaðu aftur fyrr í vikuni. Tað hevur økt óttan fyri, at borgarakríggið, sum herjaði frá 2020 til 2022, kann kykna aftur.
Sambært Ritzau/AFP doyðu mett 600.000 fólk í krígnum.
Mikudagin tóku uppreistrarmenninir í Tigray ræðið á lokalum flogvøllum og fóru undir álop inn í grannapartarnar Afar og Amhara. Har stríðast teir saman við lokalum vápnaðum bólkum.
TPLF nevnir stríðið eitt „verjukríggj“ móti stjórnini hjá forsætisráðharranum Abiy Ahmed.
Síðani eru fráboðanir komnar um harðar bardagar í bæði Afar og Amhara.