Noreg hevði nógv av spælinum og nógvar stórar málmøguleikar í heimadystinum móti Portugal í Oslo sunnukvøldið, men endaði kortini við at tapa 1-2.
Portugal fór til hálvleiks á odda 1-0, hóast Noreg hevði havt fleiri góðar møguleikar.
Eftir 17 minuttir skoraði João Félix, tá hann varð spældur leysur á brotsteigarmarkinum og legði bóltin lágt í nærmasta hornið.
Noreg helt fram at leggja trýst á, og stutt eftir steðgin kom útjavnandi málið.
Portugisiski málverjin Diogo Costa fekk ikki hildið einum skoti frá Martin Ødegaard, og Erling Haaland var skjótur á returinum og prikaði bóltin í málið til 1-1.
Men gleðin hjá norðmonnum var stokkut.
Bara fáar minuttir seinni spældi Ørjan Nyland bóltin beinleiðis í føturnar á Gonçalo Ramos. Portugisin takkaði fyri og lyfti bóltin elegant upp um málverjan til 2-1.
Nyland gjørdi stutt eftir enn eitt álvarsamt mistak móti sama spælara, men tá varð hann bjargaður av VAR, sum fann ein sera tepran rangstøðuspurning í uppspælinum.
Noreg helt fram at skapa møguleikar og trýsta Portugal aftur á vøllin, men fekk ikki úrtøku burtur úr yvirvágini.
Tí gjørdist mistakið hjá Nyland avgerandi.
Portugal hevur nú seks stig eftir tveir dystir í bólkinum. Noreg og Danmark hava trý stig hvør, meðan Wales framvegis einki stig hevur.