Týsdagin klokkan 17 spælir fótbóltslandsliðið annan dystin í bólki 3 í Nations League deild C. Dysturin verður leiktur á útivølli móti Moldova.
Meðan Føroyar á Tórsvølli leikti javnt 1-1 móti Kasakstan í fyrsta umfarinum, so tapti Moldova á útivølli fyri Slovakia.
Á heimavølli í Prešov vann Slovakia ein fult uppibornan 2-0 sigur á Moldova.
Ivan Schranz og Ondrej Duda upp á brotsspark skoraðu málini hjá Slovakia í fyrra hálvleiki av dystinum.
Slovakia hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið.
Slovakia-Moldova 2-0 (2-0)
1-0 Ivan Schranz ('32 )
2-0 Ondrej Duda, br. ('40 )