Fyrr í dag spældi føroyska kvinnulandsliðið venjingardyst á útivølli móti Andorra.
Dysturin endaði við stórsigri 5-0.
Jensa Tórálvsdóttir legði Føroyar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tórunn Joensen átti uppleggið.
Í seinna hálvleiki vóru tað ungu talentini, ið gjørdi vart við seg. Anna Brændstrup økti til 2-0 í 66. minutti. Sara Benjaminsen legði upp til málið. 11 minuttir seinni býttu tær báðar um leiklut. Sara økti til 3-0 og Anna legði upp til málið. Kára Sigurðsson syrgdi fyri tveimum teimum seinastu málunum í 83. og 90. minutti.
Kára og Sara eru partur av hópinum hjá FC Nordsjællandi, og Anna er partur av hópinum hjá OB. Bæði liðini spæla í bestu donsku fótbóltsdeildini, so hetta boðar frá betri tíðum hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Kára og Sara skutu í dag fyrstu málini fyri A-landsliðið, meðan talan var um triðja málið hjá Onnu.
Mánadagin klokkan 16 hittast liðini aftur á Estadi Nacional í Andorra La Vella.
Kelda: FaroeSoccer