info
Ongi úrslit

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

Børn og ung undir 18 ár eiga ikki at kunna keypa orkudrykkir. Tað heldur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sum nú vil taka málið upp við landsstýrismannin í vinnumálum og viðkomandi partar.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 15:45

Tað sigur hon í svari upp á skrivligan fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, um orkudrykkir og fólkaheilsu.

Eyðdis Hartmann Niclasen vísir á, at bæði Heilsustýrið og Heilsufrøðiliga starvsstovan mæla børnum og ungum frá at drekka orkudrykkir.

Orsøkin er serliga høga innihaldið av koffeini og sukri. Hjá børnum og ungum kann hetta hava fleiri óhepnar avleiðingar.

Millum annað kunnu orkudrykkir føra til ilt í búkinum, høvuðpínu, ótta, hjartabankan, veðurlagssveiggjan, svøvnloysi og trupulleikar við at sovna.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at lutfalsliga lága kropsvektin hjá børnum og ungum ger, at tey tola minni koffein enn vaksin.

Ein hálvur litur kann vera ov nógv

Í svarinum verður eitt ítøkiligt dømi nevnt:

Eitt barn, sum vigar 40 kilo – svarandi til umleið 11 ára aldur – eigur ikki at fáa meira enn 100 milligramm av koffeini um dagin.

Ein orkudrykkur á hálvan litur inniheldur vanliga umleið 160 milligramm av koffeini.

Tað merkir, at ein einstakur stórur orkudrykkur kann fara væl upp um ta mongdina, sum verður mett ráðilig fyri eitt barn av hesi stødd.

Vil kanna 18 ára aldursmark

Orkudrykkir koma undir matvørulóggávuna og eru tí málsøki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at hon fer at samskifta við landsstýrismannin í vinnumálum um, hvørji átøk kunnu setast í verk.

Millum møguleikarnar, sum skulu kannast, eru:

  • at seta 18 ára aldursmark fyri keyp av orkudrykkjum

  • at seta ávaringartekst á orkudrykkir

  • at fremja kunnandi átøk

Arbeiða eisini breiðari við fólkaheilsuni

Fía Selma Nielsen spurdi eisini, um landsstýrið ætlar at styrkja føroysku fólkaheilsuna hjá børnum og ungum.

Landsstýriskvinnan vísir á, at arbeitt verður á fleiri økjum við hesum. Hon nevnir millum annað fyribyrging av rúsevnamisnýtslu, heilsufremjandi arbeiði í skúlunum, Gigni og samstarv millum Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið um fólkaheilsuátøk.

Hon heldur tó ikki, at tað er neyðugt við eini serstakari ætlan bara fyri barna- og ungdómsheilsu.

Heldur eigur fólkaheilsan hjá børnum og ungum at vera ein týðandi partur av samlaða arbeiðinum við at styrkja fólkaheilsuna.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreymagarðin í Skúvoy

2 minuttir síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

11 minuttir síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

18 minuttir síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

26 minuttir síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

46 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

49 minuttir síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

3 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

4 tímar síðan