Tíðindaskriv:
Rithøvundafelagið hevur bjóðað tveimum høvundum úr ymsum herðashornum í bókmentunum at práta um hetta evni, sum báðir hava viðgjørt á sín hátt. Báðir eru útgávuaktuellir:
@Magnus Gaard, lívfrøðingur og yrkisbókahøvundur, hevur júst givið út bókina "Trækrúnulívæðrin".
@Rúni Weihe, rithøvundur og arkitektur, hevur júst givið skaldsøguna "Boys boys boys".
Teir fara at lesa upp og práta um náttúruna og aftaná er lagt upp til spurningar og kjak í hugnaliga Gallarí Havnará.
Ritsalonin verður kl. 20 fríggjadagin tann 9. oktober, hesaferð sum nevnt í Gallarí Havnará, sum Rithøvundafelagið hevur so frálíkt samstarv við.