info
Ongi úrslit

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

Jóanis í Hoygarðinum hevur nú triðju ferð gingið fjøllini og flett, síðan hann yvirtók garðin í Skúvoy. Áseyðatalið er 410, og tá allur skurðurin er komin til høldar, væntar hann, at umleið 460 krov fara at hanga í hjallinum. Hann heldur, at vektin á seyðinum í ár er millum tað besta, síðan hann festi.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 16:29

Higartil eru tey komin nakað yvir ein triðing ígjøgnum slaktið, og Jóanis letur væl at seyðinum í ár.

– Eg haldi, at vektin er góð – helst eitt tað besta hon hevur verið, síðan eg festi her úti, sigur hann. Hann greiðir frá, at seyðurin í Skúvoy minnir um seyðin í Sandoynni og ikki er av teimum størstu, men kortini góður seyður.

Nú bíðar hann við restini, til heystfrítíðin byrjar. Tá er vanliga nógv lív í Skúvoy, og bæði fjallgonga og fletting eru millum hæddarpunktini á árinum.

Jóanis leggur dent á, at tá tú hevur nógvan seyð, er góð hjálp avgerandi. Sjálvur hevur hann í nógv ár hjálpt øðrum við bæði fjallgongu og fletting, og nú hann sjálvur er bóndi, fær hann hjálp aftur frá vinmonnum bæði í oynni og aðrastaðni.

Hann hevur góðar umstøður til fletting í stóra húsinum, sum fylgdi við garðinum. Har verður alt flett við hond, og Jóanis heldur, at tað fer betur við krovunum soleiðis. Hann hevur eisini stóran hjall, og tað er neyðugt, tá fleiri enn 400 krov skulu hanga.

Men søgan hjá Jóanisi snýr seg um meira enn slaktið. Havnarmaðurin flutti heim úr Danmark í 2017, eftir at hava verið við til at reka ein stóran garð í Hirtshals. Leingi hevði hann droymt um sítt egna jarðarbrúk í Føroyum, og tann dreymurin gjørdist veruleiki í Skúvoy.

Í dag roynir hann at fáa bæði garðin og ferðavinnuna at bera seg. Hann sigur, at ferðavinnan er ein inntøkukelda, og at tað hevur týdning, at gestir kunnu fáa føroyskar vørur av garðinum. Hann væntar eisini, at ferðafólkatalið í Skúvoy fer at vaksa, sum árini ganga.

Og hóast lívið er nógv broytt frá býarlívinum í Havn, er Jóanis ikki í iva um valið.

– Eg angri ikki, at eg keypti festið og hús her úti. Eg trívist væl við hesum, og tað er so vist, at hetta er júst tað, sum eg droymdi um, sigur hann.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á netinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

37 minuttir síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

44 minuttir síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

52 minuttir síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

1 tími síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

1 tími síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

4 tímar síðan