info
Ongi úrslit

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

Jóhan Pauli Heimdal
9. oktober 2026 kl. 16:12

Vit hoyra tað aftur og aftur. Onkur sigur, at alt endar í Havn. Onkur annar sigur, at alt endar á fáum hondum, har vald, pengar og sambond ráða. Vit grenja um politikararnar, um órættvísi, makt og lyfti, sum ongantíð verða hildin. Men kanska er tíð upp á at seta okkum sjálvum ein spurning, sum ikki øllum dámar at fáa: Eru tað bara politikararnir, sum hava svikið okkum, ella eru vit veljarar sjálvir við til at halda hesa skipanini gangandi?

Eg haldi, at vit alt ov ofta eru okkara egna størsta forðing. Vit hava eina meining við køksborðið, eina aðra, tá vit práta við grannan, og tá vit fara til handils, lurta vit eftir, hvør politikari er mest umrøddur, og hvør væntandi verður valdur. Tá valdagurin kemur, enda vit mangan við at seta krossin har, sum hini seta hann, heldur enn har okkara egna sannføring sigur okkum.

Eru vit veruliga vorðin so veik í okkara egnu sannføring, at vit skulu vita, hvat grannin velur, áðrenn vit tora at taka okkara egnu avgerð?

Vit hava fingið frælsi at velja, men stundum bera vit okkum at, sum um vit ikki tora at brúka tað. Tað er, sum um vit ganga við rullegardinum niðri fyri okkara egnu eygum og lata onnur siga okkum, hvat vit skulu síggja, halda og velja. Og so undrast vit á, at einki broytist.

Vit hava politikarar, sum hava sitið í politikki í nógv ár. Teir hava verið á óteljandi fundum, hildið røður, givið lyfti og verið frammi í fjølmiðlunum. Men hvat hava teir veruliga útint? Hvar eru úrslitini? Hvar eru broytingarnar? Hvar er dirvið at taka tær truplu avgerðirnar? Tað eigur ikki at vera nóg mikið at hava sitið leingi í einum sessi. Ein politiskur sessur er ikki ein heiðursløn fyri trúgva tænastu. Hann er eitt álitisstarv, sum skal vinnast aftur við arbeiði, ábyrgd og úrslitum.

Tað er ikki eitt avrik at verða afturvaldur. Avrik er at hava gjørt seg verdan til at verða afturvaldan.

Eg óttist, at ov nógv í politikki snýr seg um næsta val heldur enn næstu ættarlið. Tá ein politikari hugsar meira um sín egna sess enn um framtíðina hjá landinum, er nakað grundleggjandi galið. Tá verða avgerðir ikki altíð tiknar eftir, hvat er rætt, men eftir, hvat er politiskt hent. Ópopulerar, men neyðugar avgerðir verða útsettar, tí eingin vil missa atkvøður.

Men hvat er ein politikari verdur, sum ikki torir at gera tað rætta av ótta fyri ikki at verða valdur aftur?

Tað løgnasta er, at vit sum veljarar siga, at vit vilja hava broytingar, nýhugsan, rættvísi og politikarar, sum tora at standa við síni orð. Men tá valdagurin kemur, velja vit mangan eftir gomlum vana. Vit velja tað kenda fram um tað dugnaliga, tað trygga fram um tað rætta og tann, sum øll tosa um, fram um tann, sum kanska hevur bestu hugskotini.

Síðani ganga fýra ár, og vit byrja aftur at grenja um somu trupulleikarnar. Vit vilja hava eina aðra framtíð, men halda fram at taka somu avgerðirnar.

Vit kunnu ikki bara leggja alla ábyrgdina á politikararnar. Tí hvør hevur givið teimum valdið? Tað hava vit. Hvør hevur givið teimum møguleikan at halda fram ár eftir ár? Tað hava vit. Og hvør kann taka valdið frá teimum aftur? Tað kunnu eisini vit.

Men tað krevur, at vit tora at hugsa sjálvstøðugt og taka rullegardini frá okkara egnu eygum. Vit mugu gevast við at velja eftir ætt, vinarlagi, gomlum vana og tí, sum grannin heldur. Vit eiga heldur at spyrja: Hvat hevur hesin politikarin gjørt? Hvat stendur hann fyri? Hevur hann hildið síni lyfti? Torir hann at standa við sína sannføring, eisini tá tað kostar atkvøður?

Og kanska týdningarmest av øllum: Er hetta eitt menniskja, sum vil tæna samfelagnum, ella eitt menniskja, sum vil, at samfelagið skal tæna sær?

Eg sigi ikki, at allir politikarar eru rotinir. Tað eru eisini heiðurlig, dugnalig og arbeiðssom fólk í politikki, sum veruliga vilja gera mun. Men ein politisk skipan verður ongantíð betri enn tann ábyrgd, vit sum borgarar krevja av henni.

Vit mugu tora at krevja meira. Meira erligheit, meira dirvi, meira ábyrgd og fram um alt fleiri verulig úrslit.

Tí tað vandamiklasta fyri eitt demokrati er ikki bara ein politikari, sum hevur mist sína sannføring. Tað er ein veljari, sum hevur givið sína frá sær.

Næstu ferð vit fara á val, eiga vit ikki at spyrja, hvør grannin ætlar at velja. Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvør veruliga hevur uppiborið okkara álit.

Tí atkvøðan er tín. Ábyrgdin er tín. Og framtíðin er okkara allra.

Vit kunnu ikki halda fram at velja tað sama og samstundis krevja, at alt skal verða øðrvísi!

Jóhan Pauli Heimdal

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

28 minuttir síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

37 minuttir síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

52 minuttir síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

1 tími síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

1 tími síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

4 tímar síðan