info
Ongi úrslit
© in.fo (tilgjørd mynd)

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

Súsanna Bertholdsen vil hava betri samskipan millum bussar, ferjur og flogferðslu. Hon vísir á, at eingin bussur av farstøðini í Havn kemur til flogvøllin í nóg góðari tíð til flogferðina klokkan 8.20.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 14:29

Tað eigur at bera til hjá fleiri at brúka almenna ferðasambandið allan vegin til og frá flogvøllinum.

Tað heldur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um samskipanina millum Strandfaraskip Landsins og Atlantic Airways.

Í viðmerkingunum vísir hon á, at Atlantic Airways upplýsir, at rutubussur koyrir til og frá Vága Floghavn allar dagar, og vísir til leið 300 hjá Strandferðsluni.

Kortini er, sambært løgtingskvinnuni, eingin bussur av farstøðini í Havn, sum kemur til flogvøllin í nóg góðari tíð til føstu og nógv brúktu flogferðina klokkan 8.20.

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismannium fyrispurnigin

Ferðin hjá borgaranum skal vera í miðdeplinum

Súsanna Bertholdsen heldur, at ferðin hjá brúkaranum eigur at vera útgangsstøðið, tá almenna ferðasambandið verður skipað.

Borgarin hugsar ikki um, hvør stovnur hevur ábyrgdina av hvørjum parti av ferðini. Byrjar ferðin við bussi, heldur fram við ferju og síðani við bussi til flogvøllin, er hetta fyri brúkaran eina og sama ferð.

Hon spyr tí landsstýrismannin, hvussu ferðaætlanirnar hjá Strandferðsluni verða lagdar fyri at tryggja góðan samanhang millum bussar, ferjur og flogferðsluna hjá Atlantic Airways.

Hon vil eisini vita, um regluligt og skipað samstarv er millum Strandferðsluna og flogfelagið, so bussar og ferjur í størst møguligan mun passa til fráferðir og komur hjá flogførunum.

Vil vita, nær stig verða tikin

Løgtingskvinnan spyr harumframt, hvar landsstýrismaðurin metir tørv vera á at bøta um samskipanina, hvørji stig hann ætlar at taka, og nær tey verða tikin.

Hon viðurkennir, at ferðaætlanirnar ikki kunnu hóska til allar ferðir. Men í einum lítlum samfelagi sum Føroyum eigur tað, eftir hennara tykki, at vera lætt at samskipa tær, so fleiri kunnu brúka almenna ferðasambandið allan vegin.

Fyrispurningurin er dagfestur 9. oktober og settur eftir grein 52a í tingskipanini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

8 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

1 tími síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

2 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

4 tímar síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

4 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

5 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

5 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

5 tímar síðan