info
Ongi úrslit

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

Harðir stormar hava síðani seinast í september elvt til vatnflóðir í syðsta partinum av Brasil. Nú vísa nýggjar fylgisveinamyndir frá Copernicus, hvussu stór øki eru farin undir vatn.

© European Union / Copernicus Sentinel-1, Sentinel-2 og Sentinel-3
ríggjar Copernicus Sentinel-fylgisveinamyndir vísa vatnflóðirnar fram við Jacuí-ánni í Rio Grande do Sul í Brasil 3., 4. og 7. oktober 2026. Myndirnar vísa, hvussu flóðavatnið breiðir seg út og verður liggjandi yvir stórum láglendisøkjum.
Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 13:59

Tað er í brasilsku statinum Rio Grande do Sul, at Jacuí-áin er farin upp um áarbakkarnar eftir fleiri dagar við ringum veðri. Hús eru skadd, og bjargingartænastur eru sendar út til tey øki, sum eru rakt.

Nýggja myndarøðin hjá evropeisku Copernicus-skipanini vísir flóðina frá trimum ymiskum Sentinel-fylgisveinum yvir fleiri dagar.

Ein Sentinel-2 mynd frá 3. oktober vísir flóðavatnið sum myrkablá øki fram við ánni og út yvir láglendi. Dagin eftir, 4. oktober, varð økið myndað við radara frá Sentinel-1, har vatnflóðirnar síggjast sum reyð øki. Ein Sentinel-3 mynd frá 7. oktober vísir, at stór vatnøki framvegis vóru eftir fleiri dagar seinni.

Saman vísa myndirnar, hvussu ymiskir fylgisveinar kunnu fylgja somu náttúruvanlukku á ymiskan hátt og geva myndugleikunum eitt neyvari yvirlit yvir, hvussu støðan broytist.

Copernicus vísir á, at dátur frá Sentinel-fylgisveinunum kunnu brúkast til at kortleggja flóðir, staðfesta hvørji øki eru rakt og stuðla bjargingararbeiði og fyribyrging.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

17 minuttir síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

1 tími síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

4 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

4 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

4 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

4 tímar síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

5 tímar síðan