info
Ongi úrslit
© Álvur Haraldsen
Í 2019 var amerikanska krígsskipið USS Donald Cook á Runavík á einum »sjarmuoffensivi«, sum tey søgdu. Amerikanarar royna at knýta nýggj sambond við londini í norðuratlantshavi. Løgmaður, politikarar, almennir leiðarar, embætisfólk og onnur vóru umborð og sóu sera væl útgjørda skipið.

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

Ísland og Kanada vilja hava meira NATO-nærveru í Arktis og Norðuratlantshavi. Tað stendur í felags fráboðan frá uttanríkisráðharrunum í londunum báðum.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 13:16

Íslendska uttanríkisráðfrúan, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, og kanadiski uttanríkisráðharrin, Anita Anand, hittust hósdagin í Reykjavík.

Eftir fundin boðaðu londini frá, at tey vilja styrkja samstarvið um trygd og verju. Serliga leggja tey dent á økta NATO-nærveru á norðurslóðum og í Norðuratlantshavi.

Í felags fráboðanini vísa ráðharrarnir á, at Ísland og Kanada sum arktisk lond hava stór felags áhugamál í at tryggja trygd og støðufesti í økinum.

Tey taka tí undir við, at NATO verður meira sjónligt og virkið í Arktis og í Norðuratlantshavi. Samstundis vilja londini styrkja sítt tvílandasamstarv um trygdar- og verjumál.

Anita Anand skal eisini vitja trygdarøkið á Keflavíkarflogvølli, áðrenn hon fer úr Íslandi.

Norðuratlantshavið fær størri týdning

Fráboðanin kemur í eini tíð, har trygdarpolitikkur fyllir alsamt meira í Norðuratlantshavi.

Í síðstu viku vitjaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í Íslandi, og hesa vikuna hava stjórnarleiðararnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi eisini hittst í Reykjavík.

Á Arctic Circle-ráðstevnuni, sum nú er í gongd í íslendska høvuðsstaðnum, er trygd í Arktis eitt av høvuðsevnunum. RÚV skrivar, at økt spenningur millum stórveldini og framtíðin hjá Arktis eru millum tey mest umrøddu málini á ráðstevnuni.

Løgmaður, Beinir Johannesen, hevur í sambandi við ráðstevnuna sagt við RÚV, at Føroyar arbeiða saman við donsku myndugleikunum um nýggjan lofteftirlitsradara og ætlanir um radarar til sjóeftirlit. Hann sigur samstundis, at Føroyar ikki arbeiða við eini serligari verjuavtalu við USA, men vilja halda fram við samstarvinum innan NATO.

Sæð við føroyskum eygum er nýggja fráboðanin millum Ísland og Kanada tí ein partur av eini størri menning, har londini kring Føroyar leggja alsamt størri dent á verju, eftirlit og trygd í Norðuratlantshavi.

Eisini handil og orka

Fundurin snúði seg ikki bara um trygd.

Ísland og Kanada vilja eisini dagføra fríhandilsavtaluna sínámillum og stovna eitt felags jarðhitanet, sum skal kanna nýggjar samstarvsmøguleikar millum vinnulív, myndugleikar og arktisk samfeløg.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

1 tími síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

2 tímar síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

3 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

3 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

3 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

4 tímar síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

5 tímar síðan