Áki D. Samuelsen fekk bara 13 minuttir á vøllinum í kvøld, men hann gagnnýtti løtuna væl, tá Mjällby á Olympia leikvøllinum í Helsingborg vann 2-0 á bosniska liðnum, Borac Banja Luka í deildarspælinum í Conference League.
Tá klokkan vísti 88 minuttir átti Áki eitt gott upplegg til málið, tá Mads Enggård økti til 2-0. Níggju minuttir aftaná steðgin legði Jacob Bergström Mjällby á odda aftaná ein stóran brølara í verjuni hjá Borac Banja Luka.
Tíverri var eingin spælitíð til Martin Agnarsson í kvøld.
Mjällby hevur sjey stig fyri tríggjar dystir í deildarspælinum í Conference League, og tað er meira enn góðkent í fyrstu evropeisku kappingini nakrantíð í søgu felagsins.
Sunnudagin klokkan 15.30 spælir Mjällby triðseinasta dystin í bestu svensku fótbóltsdeildini. Dysturin verður leiktur í Bromma uttanfyri Stokkhólm, har Brommapojkarna taka ímóti Mjällby. Fær Mjällby stig í dystinum staðfesta teir plássið í deildini.