Bank of England hækkar leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum til fýra prosent.
Tað upplýsir bretski miðbankin hósdagin sambært Ritzau. Hetta er fyrsta rentuhækkingin í trý ár.
Avgerðin verður tikin fyri at tálma inflatiónini, sum var 3,5 prosent í september. Sambært miðbankastjóranum Andrew Bailey skapa hækkandi orkuprísir so stórt inflatiónstrýst, at neyðugt er at hækka rentuna.
Hægri renta ger tað dýrari at læna pengar og skal soleiðis minka um eftirspurningin og trýstið á prísirnar.
Miðbankin væntar, at inflatiónin heldur fram at hækka og kemur upp á fimm prosent um miðjan 2027.
Kim Blindbæk, búskaparfrøðingur í AL Sydbank, væntar minst eina rentuhækking aftrat næsta ár.
Hann vísir tó á, at gongdin er treytað av orkukostnaðinum og stríðnum í Miðeystri. Minni spenningur kann lækka orkuprísirnar, meðan nýggj álop kunnu fáa teir at hækka.
Ritzau