Rætturin á Frederiksberg staðfesti í morgun, at Lidegaard helt seg innan fyri markið fyri talu- og skrivifrælsi, tá hann í einum politiskum orðaskifti í november 2025 kom við fleiri útsagnum um útlendingapolitikkin hjá Messerschmidt.
Málið varð reist eftir ein politiskan fund á Demokratidegnum í Randers 10. november í fjør.
Messerschmidt hevði kært Lidegaard fyri tríggjar útsagnir.
Millum annað segði Lidegaard í orðaskiftinum, at ynski var um at „internere og deportere tusindvis af medborgere“ bara tí, at tey høvdu aðra trúgv ella annan húðarlit enn flestu fólkini í hølinum.
Messerschmidt vildi hava rættin at staðfesta, at útsøgnin var ærumeiðandi.
Men tað vísti rætturin aftur.
Rætturin legði millum annað dent á, at Lidegaard sum fólkatingslimur hevur eitt serliga víðfevnt talu- og skrivifrælsi, tá hann luttekur í almennum politiskum orðaskifti um týðandi samfelagsmál.
Martin Lidegaard sigur við Ritzau, at hann er væl nøgdur við niðurstøðuna.
– Eg eri sjálvandi glaður. Tað er ein púra greið niðurstøða, har sagt verður, at eg hevði fullan rætt til at siga tað, sum eg segði, sigur hann.
Morten Messerschmidt sigur við TV 2, at hann ikki ætlar at kæra dómin.