info
Ongi úrslit

KG verður navnið á nýggja hotellinum í Klaksvík

Í dag er stórur dagur í Klaksvík, nú flaggið er vundið í húnar hátt á nýggja hotellinum, sum eisini hevur fingið navn

Vilmund Jacobsen
9. mai 2025 kl. 12:27

Umleið 170 fólk eru nú um middagsleitið í dag savnað til hátíðarløtu á nýggja hotellinum, sum samtakið Christian í Grótinum letur byggja í Klaksvík. 

Hetta eru arbeiðsfólk, eigarar, ymiskir samstarvspartar og onnur í stóru byggiverkætlanini.

Matveitarin Gepetto hjá Árna Müller hevur grillað grísakroppar og lambskjøt í morgun, og her er stór lagkøka við mynd av hotellinum umframt ymiskt annað gott.

Føroya Bjór hevur syrgt fyri øllum tí leskandi, og her eru borð, sum gestirnir kunnu standa við og eta ein góðan og leskiligan bita av grilluni.

Nakrar røður verða hildnar, og tað verður Kristian Martin Rasmussen, sum í endanum av tiltakinum í dag fer at avdúka, hvat navnið á nýggja hotellinum verður.

Aðrir, sum siga nøkur orð, eru Jan Petersen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen og stjórin í byggifyritøkuni Kanjon, Kjartan Hansen, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna.

Tilsamans 83 kømur verða á nýggja hotellinum, og av hesum eru eisini nakrar svitur. Hotellið, sum helst fer at kosta einar 120 milliónir krónur, verður liðugt einaferð næsta ár.

Tað er stívliga eitt ár, síðan byggingin byrjaði.

Kristian Martin Rasmussen hevur júst avdúkað, at navnið á hotellinum verður KG, sum eru kennibókstavirnir fyri skip og bátar í Norðoyggum.

Eitt genialt navn, tá hugsað verður um, at tað er eitt reiðarí, sum letur hotellið byggja og eigur alla hesa stóru íløgu, sum væntandi fer at hava stóran týdning fyri alt norðurøkið.

Her eru fleiri myndir - https://www.in.fo/news-detail/myndir-reisigildid-hja-nyggja-hotellinum-i-klaksvik

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/nyggja-hotellid-i-klaksvik-verdur-reist-og-faer-navn

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

7 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

14 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Óluva A. Joensen vil hava steypið aftur til Klaksvíkar

1 tími síðan
Hondbóltur

Steypafinaludreymurin hjá Gyltu og liðfeløgunum brast

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka skoraði í 4-3 heimasigri hjá ÍBV

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Róa og Ísaki vunnu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Toppskjúttin var ferfaldur málskjútti

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hillerød úrtøku

3 tímar síðan
Fótbóltur

HB javnaði í síðstu løtu

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Fimti sigurin á rað hjá THW Kiel

4 tímar síðan
Hondbóltur

KíF - Neistin 34 - 21 (13-18)

4 tímar síðan
Tíðindi

Venstre niður á 7,1 prosent – DF tvífalt so stórt

4 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF Vann á Neistanum aftaná framúr góðan seinna hálvleik

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ vann 2-1 í Gundadali

4 tímar síðan