info
Ongi úrslit

Koyrdi á garðar og hús í Havn

- Vit høvdu illgruna um, at førarin, sum ikki hevði givið seg til kennar, kundi vera ávirkaður av rúsdrekka, sigur løgreglan, sum handtók føraran í morgun.

Vilmund Jacobsen
8. apríl 2024 kl. 10:28

Klokkan 03.30 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari hevði koyrt á tveir garðar og eini sethús, men var rýmdur av staðnum.

- Bilurin hevði fingið stóran skaða og kundi ikki koyra av staðnum. Vit høvdu illgruna um, at førarin, sum ikki hevði givið seg til kennar, kundi vera ávirkaður av rúsdrekka.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey hava leitað eftir føraranum í nátt og í morgun, og nú beint eftir klokkan 09 er hann handtikin. 

Tað eru fleiri ting í einari slíkari hending. Eitt er, at førarin kann hava koyrt ávirkaður, og hann kann eisini vera komin til skaða. Hin parturin er tað, sum er oyðilagt.

- Hetta var ein hending, sum eingin annar bilur var partur av, sigur løgreglan.

Sambært vaktleiðaranum í morgun verður førarin avhoyrdur, og tá fæst vónandi greiða á, hvørjar umstøðurnar vóru, og hví viðkomandi ikki hevði boðað frá.

##med2##


 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

2 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

5 minuttir síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

17 minuttir síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

34 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn

35 minuttir síðan
Tíðindi

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

55 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál á Tvøroyri

1 tími síðan
Tíðindi

14. september er fagrasti dagur í Føroya søgu

1 tími síðan
Lesarabrøv

14 september – Løgmaður hevur ta breiðu semjuna at fremja

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti fyrsta dystin í endaspælinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

2 tímar síðan