info
Ongi úrslit

Lakkering hevur góða undirtøku 

- Vit gera millum 20 og 30 skaðar um vikuna. Hetta letur seg gera, tí verkstaðurin er innrættaður til endamálið, sigur stjórin

Vilmund Jacobsen
10. november 2025 kl. 11:52

Nú tvey ár eftir, at Lakkering flutti í nýggj og nútímans hølir á Hjalla 34, hevur gongdin verið sera góð, sigur Ásgrímur Dahl, stjóri í fyritøkuni. 

Nógvir skaðar eru at umvæla, og eisini eru nógvar lakkeringar, har allur bilurin verður lakkeraður. Hetta er ofta í sambandi við stormskaðar.

- Vit gera millum 20 og 30 skaðar um vikuna. Hetta letur seg gera, tí verkstaðurin er innrættaður til endamálið. Arbeiðsgongdirnar eru lættar og smidligar. Nýggju hølini eru skræddaraseymað til at loysa uppgávurna á einum plátu- og lakkverkstaði.

Bygningurin er nærum 1.000 fermetrar til støddar.
Tilsamans 13 starvsfólk eru í fyritøkuni við Ásgrími Dahl sum stjóra og Tóta Kristjánsson sum verkstaðsleiðara.   

- Endamál við virkseminum hjá okkum er at bjóða bileigarum í Føroyum at fáa síni akfør umvæld á einum professionellum plátu- og lakkverkstaði við dugnaligum starvsfólkum og bestu arbeiðsumstøðum, soleiðis at vit altíð veita okkara kundum tey bestu avrikini. 

Plátu- og lakkverkstaðurin ger umvælingar av øllum bilmerkjum, bæði persónbilum og vørubilum. Eisini er verkstaðurin útgjørdur til skaðaumvæling av el-bilum.
Lakkering leggur seg eftir at fylgja øllum krøvum, sum altjóða bilverkstaðir seta til plátu-og lakkverkstøð, og fyritøkan bjóðar øllum føroyskum bileigarum eina skjóta og professionella tænastu, tá bilurin hevur fingið skaða og skal umvælast. 

Felagið hevur heimasíðuna www.lakkering.fo, har bileigarar lætt og ómakaleyst kunnu boða frá skaða og talgilt kunnu bíleggja tíð til sýn og umvæling. 

- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum á tlf. 725 725 ella [email protected]. Vit sýna skaðan og geva eitt óbindandi tilboð, sigur Ásgrímur Dahl, stjóri í Lakkering á Hjalla 34 í Hoyvík at enda.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

23 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

1 tími síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

3 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

3 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

4 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

5 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 og trý stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Vilja lata fíggjar­liga sperd­um húskj­um 5.000 krón­ur afturat

5 tímar síðan
Tíðindi

VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard

6 tímar síðan