Bjarni í Selvindi skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá Vali, tá valsmenn í heimadysti í innleiðandi bólki H vunnu 38-34 (16-16) á ungarska liðnum, Tatabanya.
Aftaná trý umfør er Slovan Ljubljana fremst við seks stigum. Valur hevur fýra stig, Mors-Thy hevur tvey stig, og Tatabanya er aftast við ongum stigi.