info
Ongi úrslit

LGBT+ari hevur gjørt sínar egnu málreglur

Nýggj heimasíða, Fornøvn.fo, lýsir hvussu føroyskt kann brúkast á ein ikki-bineran og kynsnevtralan hátt

Eirikur Lindenskov
7. juli 2025 kl. 15:59

Tíðindaskriv:

Ein nýggj føroysk heimasíða, Fornøvn.fo, er farin í luftina fyri at lýsa ikki-biner og kynsnevtralt mál á føroyskum – í at deila síni persónsfornøvn og vísa, hvussu tey brúkast í dagligari talu.

Fornøvn.fo er gjørd av Ráðið fyri nevtralt mál, ein altjóða felagsskapur av sjálvbodnum. Heimasíðan er partur av eini grasrótarverkætlan, sum nú fevnir um 22 mál. Hvør málútgáva verður skapt av lokalum LGBT+arum og endurspeglar veruligt málbrúk.

“Hetta snýr seg um at lýsa, hvussu føroyskt verður brúkt á ein kynsnevtralan hátt og eisini, hvussu tað kann broytast fyri at verða meira kynsnevtralt og umfevnandi um ikki-biner fólk.”

— Sigmundur, stigtakarin til føroyska útgávuna

Hvat finnur tú á síðuni?

Á Fornøvn.fo kanst tú gera tær eina persónliga síðu, eitt kort, sum vísir tíni fornøvn og gevur dømi um, hvussu tey verða brúkt í føroyskum setningum. Ein brúkari kann t.d. deila:

“Navnið hjá mær er Elin, og míni fornøvn eru tey/teirra. Tú kanst siga: ‘Eg møtti tey stutt síðani. Er hatta teirra hundur? Eg tosaði við teimum í gjár.’”

Síðan fevnir eisini um:

  • Ein lista við longu brúktum ikki-binerum og kynsnevtralum fornøvnum
  • Ein orðalista við inkluderandi orðum og alternativum orðingum
  • Ein kvir-kalendari og tekstir frá LGBT+ umhvørvinum
  • Eina innbygda skipan, har brúkarar kunnu senda inn rættingar, uppskot og nýggj orð

Síðan verður dagførd regluliga við íkasti frá øllum ið senda inn uppskot, rættingar, o.s.fv..

Hví hevur hetta týdning?

Í føroyskum – sum í mongum øðrum málum – verða fornøvn sum hann og hon ofta gitað út frá útsjónd. Men kyn sæst ikki altíð – og at gita kann føra til misskiljing og verða útilokandi.

“Hetta snýr seg ikki um at fylgja trendum – men um at lurta eftir fólki og kallað tey soleiðis, sum tey sjálv vilja verða kallað,” sigur Sigmundur. “Tað snýr seg um grundleggjandi virðing fyri okkara medmenniskjum.”

Verkætlanin byggir á trimum meginreglum:

  • Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir teimum best.
  • Virðing – so at fornøvnini hjá ørðum eru vird
  • Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey av nakrari orsøk.

Ein altjóða verkætlan

Fornøvn.fo er føroyska útgávan av Pronouns.page, ein upprunaliga pólsk verkætlan, sum varð sett í verk í 2020 fyri at kanna inkluderandi mál í einum av mest kynjaðum málum í Evropa. Hetta førdi til eitt fleirmálsligt samstarv, sum nú fevnir um 22 mál, rikin av sjálvbodnum fólkum í einum kollektivi - skipað uttan hirarki.

Hóast tað er ein grasrótarverkætlan, brúka yvir 1 millión fólk nú pallin, og hann heldur fram at vaksa.

Vitja síðuna og ger títt egna kort við tíni fornøvn á fornøvn.fo

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

1 tími síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

1 tími síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

3 tímar síðan
Tíðindi

Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann stórsigur í EHF European League

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólabýurin í SMS

6 tímar síðan
Fótbóltur

Jákup verður á miðvøllinum

6 tímar síðan