- Síðan Birita og Martin Karl lótu upp Caféina á Mølini, hava tey merkt til økt virksemi av Sandoyartunnilinum.
Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu verður sagt, at higartil hevur Mølin havt 10 nýggj kømur til liggjandi gestir.
Tvey kømur aftrat eru eisini innrættað á loftinum í gamla bygninginum.
Umfram kømrini, hava tey stóru kafé'ina og eina fínari matstova, har eitt nú veitslur kunnu haldast.
- Í 2024 fóru tey undir útbyggingar, sum skuldu økja um møguleikan hjá liggjandi gestum.
Nú um dagarnar er nýggj lon reist. Í lonuni verða 14 kømur við plássi fyri 28 liggjandi gestum.
- Seinni er ætlanin at gera møguleikar fyri ráðstevnum og møguleikar hjá størri bólkum at koma.
Við heimasíðuna hjá Skálavíkar kommunu siga hjúnini á Mølini, at tey gera í mest møguligan mun so nógv sjálvi, sum tey kunnu.
Vit kunnu leggja aftrat, at nú 14 nýggj kømur verða bygd á Mølini, sum ætlandi standa liðug til komandi summar, gevur hetta eisini arbeiði til lokalar handverkarar.


