Tvey føroyingalið spældu í kvøld sekstandapartsfinalur í týsku steypakappingini í hondbólti hjá monnum.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf taptu á útivølli greitt 28-35 (11-15) fyri Ballingen-Weilstetten.
Vilhelm skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, og hann legði upp til eitt mál.
THW Kiel megnaði uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu í hópinum at vinna stórsigur á útivølli 41-23 (22-11) á Huttenberg, ið spælir í næstbestu deildini.