info
Ongi úrslit

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

Jóhannis Joensen vil hava landsstýrismannin í mentamálum at greiða frá, hví undirvísing í føroyskum sum annaðmál er savnað á fáum støðum, og hvussu hetta hóskar hjá útlendskum arbeiðsfólki.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 19:07

Hví verður undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki skipað í fleiri økjum í Føroyum, eitt nú í Vágum? Tað er ein av spurningunum, sum Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, setur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, í einum skrivligum fyrispurningi.

Jóhannis Joensen vísir á, at undirvísingin er miðsavnað á útvaldum miðnámsskúlum. Hann spyr, hví henda loysnin er vald, og hvussu tað ber til hjá útlendskum arbeiðsfólki at ferðast til og frá undirvísing eftir ein langan arbeiðsdag.

Hann vil eisini vita, um nakrar avtalur eru við arbeiðsgevarar um at geva starvsfólkum møguleika at læra føroyskt í arbeiðstíðini ella um dagin. Harumframt spyr hann, hvussu nógvir útbúnir undirvísarar í føroyskum sum annaðmál undirvísa í dag, og hvussu land og kommunur samstarva um undirvísingina.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Jóhannis Joensen, at tað at læra føroyskt er ein grundleggjandi partur av integratiónini. Hann stúrir fyri, at long ferðing og undirvísing eftir arbeiðstíð kunnu gera tað trupult hjá summum at nýta tilboðið. Hann heldur eisini, at samstarv við undirvísarar úti í økjunum eigur at verða umhugsað.

Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara fyrispurninginum.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

7 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

37 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

2 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

2 tímar síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

4 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Rubek slóðaði fyri

4 tímar síðan
Tíðindi

Útróðrarbátar fáa fýra dagar afturat á Føroyabanka

4 tímar síðan
Tíðindi

Russisk hernaðartyrla í pólskum loftrúmi

5 tímar síðan