Fyrrverandi filmsframleiðarin Harvey Weinstein er mikudagin dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang móti fyrrverandi framleiðsluhjálparanum Miriam Haley í 2006. Tað skrivar AFP.
Hetta er aðru ferð, at Weinstein verður dømdur í málinum. Í 2024 ógildaði hægsti dómstólurin í New York ein dóm frá 2020 og kravdi, at málið skuldi viðgerast av nýggjum. Við nýggju rættarviðgerðina í fjør varð Weinstein aftur funnin sekur.
Áðrenn revsingin varð ásett mikudagin, greiddi Miriam Haley í rættinum frá, hvussu ágangurin hevur ávirkað lív hennara og kensluna av at vera trygg. Hon segði, at avleiðingarnar kanska ongantíð fara at hvørva, skrivar AP.
Weinstein bað síðani tey, sum hann kann hava sært, um umbering, men helt fast við, at hann ikki er sekur.
Upprunaligi dómurin frá 2020 fevndi eisini um eina ákæru um neyðtøku móti sjónleikaranum Jessica Mann. Í nýggju rættarviðgerðunum eydnaðist tað ikki nevningunum at semjast um tann partin av málinum, og hann varð seinni sleptur.
Harvey Weinstein var í áratíggju ein av mest valdsmiklu filmsframleiðarunum í Hollywood. Fleiri enn 100 kvinnur hava síðani 2017 skuldsett hann fyri kynsligan ágang. Hann hevur víst aftur øllum skuldsetingum.
Ritzau/AFP/AP