info
Ongi úrslit

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

Trygdin er í hásæti, tá ukrainski forsetin vitjar Danmark. Løgreglan í Keypmannahavn fær hjálp úr nærum øllum landinum.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 09:39

Nógv løgreglufólk eru farin til Keypmannahavnar í sambandi við vitjanina hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Hann kemur til Danmarkar at hitta stjórnarleiðarar úr Norðurlondum.

Trygdaruppgávan er so stór, at løgreglan í Keypmannahavn ikki megnar hana einsamøll.

– Talan er um eitt átak, sum er so stórt og krevur so nógv fólk og tilfeingi, at løgreglan í Keypmannahavn ikki kann taka sær av tí einsamøll, sigur Peter Dahl, leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, við Ritzau.

Danmark hevur 12 landafrøðilig løgregludømi. Sambært Peter Dahl fær løgreglan í høvuðsstaðnum hjálp frá øllum uttan einum ella tveimum teirra.

Løgreglan er eisini í tøttum samskifti við donsku fregnartænastuna PET um vitjanina og møguligar hóttanir. Við støði í hesum verða trygdartiltøk sett í verk.

– Tað er greitt, at við einari vitjan av hesum slagnum eru vit rættiliga ovarlaga á trygdarstiganum, sigur Peter Dahl við Ritzau.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

0 minuttir síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

27 minuttir síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

55 minuttir síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

1 tími síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

2 tímar síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

10 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

10 tímar síðan