Tað er ikki møguligt hjá Føroya Politi við stuttari freist at siga ítøkiliga, hvussu stórt vavið er av tilfari, sum er framleitt við vitlíki. Fyribils metir politiið tó, at vavið er á sama stigi sum í Danmark og øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við.
Tað upplýsir Beinir Johannesen, løgmaður, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Bjørt Lind, løgtingsfólki.
Hon hevur spurt um rættarstøðuna, tá myndir ella annað tilfar av børnum, ungum og vaksnum verða gjørd ella broytt við vitlíki, so tey verða sett í eina kynsliga ella aðra ærumeiðandi støðu. Hon hevur eisini spurt, um lóggávan fevnir um kynsligt tilfar við børnum, sum eru skapt við vitlíki og ikki eru veruligir persónar.
Eisini børn, sum ikki eru til
Í svarinum vísir løgmaður til grein 236 í revsilógini um kynsligt myndatilfar av persónum undir 18 ár.
Sambært ásetingini kann útbreiðsla av slíkum tilfari revsast við sekt ella fongsli í upp til tvey ár. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin vera fongsul í upp til seks ár.
Løgmaður vísir eisini til ein dóm hjá Hægstarætti frá 15. oktober í ár. Sambært svarinum staðfesti Hægstirættur, at ásetingin fevnir um kynsligar, visuellar endurgevingar av persónum undir 18 ár, hóast tær eru gjørdar við vitlíki, og persónarnir eru fiktivir, um endurgevingin sær út sum ella tykist vera ein mynd ella líknandi.
– Mett verður tí, at ásetingin í føroysku revsilógini eisini fevnir um endurgevingar av persónum undir 18 ár, sum eru gjørdar við nýtslu av vitlíki, eisini um persónurin má metast at vera fiktivur, sigur løgmaður.
Svarið greiðir tó ikki nærri frá rættarstøðuni hjá vaksnum ella í málum um aðra ærumeiðing, sum Bjørt Lind eisini spurdi um.
Ætla at gera lógina greiðari
Hóast løgmaður metir, at heimild longu er at revsa í teimum førum, sum fyrispurningurin snýr seg um, er ætlanin at gera orðaljóðið í galdandi áseting greiðari.
Hetta skal eftir ætlan gerast, tá farið verður undir at broyta kapitulin um kynslig brotsverk í revsilógini. Tað verður væntandi í næstu tingsetu.
Sambært løgmanni kunnu eisini væntast aðrar broytingar, sum nýggj tøkni og tørvurin á dagføringum geva høvi til.