info
Ongi úrslit

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

Í menniskjum góður tokki hjá Barnabata og Á-handlarnir samstarva í ár um jólahjálpina til fíggjarliga sperdar barnafamiljur í Føroyum.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 09:23

Tíðindaskriv:

Tey, sum ynskja at veita eina hjálpandi hond til hesar familjur á jólum, kunnu ogna sær ein ella fleiri virðisseðlar fyri 20 kr. pr. stk. við kassarnar í Á-handlunum. Handilssketan tvífaldar síðani keyptu upphæddina av virðisseðlunum.

Stuðulin fer óskerdur til føroyskar barnafamiljur í fátækaváða umvegis Í menniskjum góður tokki hjá Barnabata.

“Vit fegnast um, at privata vinnulívið á hendan hátt ger tað lættari hjá føroyingum at stuðla teimum, sum eru sperd á jólum. Vit hava tørv á allari hjálp, ið vit kunnu fáa, og tí er hesin stuðulin eisini kærkomin, nú vit aftur skulu til at veita hundraðtals fíggjarliga sperdum barnafamiljum jólahjálp.” sigur Arnfríð Lützen, samskipari hjá Barnbata.

“Vit í Á halda, at tað er umráðandi at taka sosiala ábyrgd og geva nakað aftur til samfelagið. Við hesum samstarvinum vilja vit bæði stuðla teimum barnafamiljum, sum hava mest tørv á tí, og gera tað lætt hjá okkara kundum at vera við til at gera mun. Saman kunnu vit veita eina hjálpandi hond á jólum,” sigur Bassi Haraldsen, nevndarlimur í Á, at enda.

Til ber at keypa virðisseðlarnar í Á-handlunum fram til 28. november 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

0 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

11 minuttir síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

55 minuttir síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

1 tími síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

2 tímar síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

10 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

10 tímar síðan