Tingfundurin í dag byrjar við einari atkvøðugreiðslu um at taka trý lógaruppskot aftur úr nevnd, so Løgtingið kann halda fram við viðgerðini av teimum.
Talan er um uppskot um at hækka hámarkið fyri sjúkradagpengar, broytingar í skattalógini og broytingar í reglunum um familjuískoyti.
Verða uppskotini tikin aftur úr nevnd, kunnu tey koma til aðru viðgerð longu á tingfundinum í dag.
Hægri sjúkradagpengar og familjuískoyti
Eitt av málunum snýr seg um at hækka hámarkið fyri dagpeningaveiting vegna sjúku.
Eitt annað uppskot skal broyta reglurnar um familjuískoyti, soleiðis at inntøkumarkið, har rætturin til ískoytið fellur burtur, verður hækkað. Eisini skal markið fyri, hvussu stóra ogn fólk kunnu hava og framvegis fáa familjuískoyti, hækkast.
Bæði uppskotini eru knýtt at fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027.
Fleiri skattabroytingar
Eitt størri uppskot um broytingar í skattalógini er eisini á skránni.
Har verður millum annað skotið upp at hækka samdøgursfrádráttin, steðga stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum og broyta reglurnar um frádrátt fyri fakfelagsgjald.
Uppskotið fevnir eisini um reglur um gjald fyri lønarflytingar.
Lesandi skulu kunna vinna meira
Løgtingið skal eisini hava aðru viðgerð av uppskotinum um at hækka inntøkumarkið hjá lesandi, áðrenn lestrarstuðulin verður mótroknaður.
Eftir uppskotinum skal markið hækka úr 20.000 krónum upp í 30.000 krónur um mánaðin.
Ein samd Mentanarnevnd hevur mælt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Landslæknin og stutttíðarleiga
Tvey onnur mál á skránni eru uppskotið um at yvirtaka landslæknaembætið og uppskotið um at skipa stutttíðarleigu av bústøðum við lóg.
Bæði málini skulu til aðru viðgerð.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini hevur mælt frá at yvirtaka landslæknaembætið nú, tí ein slík yvirtøka kann hava samband við onnur málsøki, sum framvegis eru undir donskum myndugleikum.
Dagstovnar og tilbúgving
Seinni á tingfundinum verða tvey nýggj mál til fyrstu viðgerð.
Annað er eitt uppskot um broytingar í dagstovnalógini. Har verður millum annað nomið við býtið av ábyrgd millum land og kommunur, tilboð til ymiskar aldursbólkar og námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving.
Hitt er eitt uppskot um at seta á stovn eitt tilboð um grundútbúgving innan tilbúgving.
Bæði uppskotini verða eftir fyrstu viðgerð beind í Mentanarnevndina.
Eisini skulu tilráðingar frá Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum til aðru viðgerð.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.