Seinnapartin klokkan 15 er sannleikans tími hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Tá mugu okkara aftaná fimm javnleikir í fimm dystum í bólki 3 í Nations League C vinna seinasta dystin í bólkinum fyri at knógva annað plássið, og harvið fáa tveir røkk støkk dystir móti einum liði úr Nations League deild B um rættin at spæla í deild B.
Mótstøðuliðið verður Moldova, ið er næstfremst í bólkinum við sjey stigum. Føroyar hava fimm stig og mugu tí vinna dystin.
KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Føroyar hava favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 1,75 og 1,85.
Oddsini upp á javnleik - sum sendir Moldova víðari til røkk støkk dystirnar - liggja millum 3,30 og 3,54.
Oddsini upp á moldaviskan útisigur liggja millum 4,40 og 4,90.
HER eru oddsini:
-
©